Johan vónar at halda uppá fólkið

- Eg havi havt eitt ótrúligt lið at arbeitt við, segði Johan Nielsen, mest vinnandi venjarin í føroyskum fótbólti, tá ið FM-heitið hjá NSÍ var veruleiki sunnudagin

Meðan runavíkingar sunnudagin vóru í sjeynda himni um sítt fyrsta FM-heitið í mansfótbólti, so var ein maður í NSÍ-búna, sum hevur roynt at vinna FM fleiri ferðir áður.

Johan Nielsen er mest royndi føroyski venjarin, og hann verður eisini mettur sum besti venjari í Føroyum. Johan hevur gjøgnum árini vunnið FM-heiti við fleiri feløgunum, og at hann hevur leitt NSÍ til fyrsta FM-heitið er seinasta bragdið hjá honum í eini røð av stórum sigrum.

- Hetta er fantastiskt. Eg havi havt eitt ótrúligt lið at arbeitt við. Teir hava verið ótrúliga raskir og hava meistaraheitið virkuliga væl uppiborið. Nú vóni eg bara, at eg kann halda upp á fólkið til næsta kappingarár, segði Johan Nielsen.


Stabilt lið

NSÍ er væl frammanfyri hini liðini í deildini, og tað er ikki av tilvild, at liðið úr Runavík hevur savnað sær so nógv stig í ár.

- Hetta er eitt lið, ið hevur verið sera stabilt og hevur verið besta liðið í ár. Allir teir ungu hava veruliga traðka í karakter, og hetta merkir, at eisini framtíðin virkar ljós fyri NSÍ, segði Johan Nielsen.

Hann heldur fram sum venjari hjá NSÍ næsta kappingarár, og hjálparvenjarin hjá honum, Pauli Poulsen, skal eftir ætlan eisini halda fram í felagnum