Johan var millum bestu málskjúttarnar

Við trivaligum sigri ímóti Niðurlondum tryggjaði Danmark sær í kvøld pláss í hálvfinaluni

Sunnudagin eru tveir teir síðstu dystirnir í EM kappingini í hondbólti settir at vera. Talan er um dystin um triðja plássið, sum verður klokkan 14.30 og um finaluna, sum verður klokkan 17.00.

 

Nú er tað greitt, at danir fara at vera við í Budapset sunnudagin. Um tað verður um gullið ella bronsuna, at Danmark fer at spæla, verður greitt fríggjadagin, tá ið hálvfinalurnar vera.

 

Tað var við trivaligum sigri ímóti Niðurlondum í kvøld, at Danmark tryggjaði sær pláss í hálvfinaluni, hóast danir eiga ein dyst eftir í millumumfarinum. Hann verður mikukvøldið klokkan 19.30 ímóti Fraklandi.

 

Í kvøld vann Danmark 35 – 23 ímóti Niðurlondum eftir hálvleiksstøðuna 21 – 12.

 

Johan á Plógv Hansen var millum teir fyrstu sjey hjá Danmark, og hann var á vøllinum mest sum alla tíðina. Tað hilnaðist væl hjá Jóhan, sum skoraði sjey mál. Seks av málunum skoraði hann í fyrra hálvleiki og eitt í seinna hálvleiki, tá ið hann í fýra førum var óheppin, tá ið hann royndi seg úr spískum. Mathias Gidsel, nýggja stóra stjørnan á liðnum, var danskur toppskjútti við níggju málum, og umframt Jóhan á Plógv Hansen skoraði eisini Mikkel Hansen sjey mál.

 

Tað man vera sjáldan, at eitt lið verður roknað at vera so stórur favorittur, sum Danmark var í kvøld, og tað hóast fleiri av bestu spælarunum ikki vóru so nógv á vøllinum í kvøld, sum teir plaga at vera.

 

Niðurlond eru illa rakt at korounu. Níggju spælarar – millum teirra toppskjúttin í EM endaspælinum Kay Smits – og ein venjari vóru ikki í høllini í kvøld, tí teir eru raktir av farsóttini.