Joihan Ellingsgaard spældi seg í ár nær einum føstum plássi á besta liðnum hjá B36, og nú roynir ungi offensiv-spælarin at sleppa upp í part innan yrkisfótbóltin. Johan venur í hesum døgum í Esbjerg saman við superliguhópinum hjá felagnum. Eisini er tað ætlanin, at hann skal spæla onkran dystin við eykaliðnum, so venjarin Troels Bech, og aðrir í felagnum fáa høvi at síggja, hvat býr í unga manninum.