Johan verður nýggjur deildarleiðari

Johan Syderbø er byrjaður sum deildarleiðari á nýggju Bygningsdeildini hjá Tórshavnar kommunu

(Mynd: Torshavn.fo)

Í gjár byrjaði Johan Syderbø í starvi hjá Tórshavnar Kommunu. Hann skal verða deildarleiðari á nýskipaðu Bygningsdeildini, sum er ein samanseting av húsaumsitingini og verkætlanardeildini.

 

Johan Syderbø er 50 ár, og hevur starvast í arkitekta-bransjuni í 25 ár.

 

Hann er útbúgvin byggifrøðingur frá BTH í Keypmannahavn (Erhvervsakademiet). Hann byrjaði sum 25 ára gamal hjá Árna Winther, og starvaðist síðani hjá Selmar Nielsen Arkitektar í 8 ár. Harafturat hevur Johan tikið eina masterútbúgvin í verkætlanarleiðslu í 2007, frá Greenwich University í London.

 

Johan kemur úr einum starvi hjá BRIM arkitektar, har hann síðani 2015 hevur verið ein av eigarunum. Hann hevur royndir sum verkætlanarleiðari í fleiri stórum verkætlanum, millum annað Skúli og Ítróttarhøll við Streymin, Røktarheimið í Vestmanna, Vága Floghavn og Føroya Tele.

 

– Johan gleðir seg til at fara til verka, at definera uppgávurnar hjá hesi nýggju deildini, og at byggja deildina upp saman við øllum hinum starvsfólkunum, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

(Kelda: Torshavn.fo)

 

(Mynd: Torshavn.fo)