Góðu skótar
tit á Vaglinum
og tit kring landið!
Í dag bjóða vit tjóðfuglinum, tjaldrinum, vælkomnum.
Vanliga siga vit, at nú gongur ímóti ljósari tíðum, og vit ímynda okkum lýðku og sól.
Ja, hagin vaknar, tá flytifuglurin byggir og fær ungar.
Men í ár er støðan í Evropa døpur, og hon bendir á, at ikki bara flytifuglur kemur til landið.
Eisini onnur koma. Ikki tí, at tey so fegin vilja, men tí eitt eirindarleyst kríggj noyðir tey at rýma.
Tey rýma undan skotum og bumbubrestum, sum drepa ósek fólk, og sorla bygdir og býir. Ein syrgilig støða, sum allur heimurin fordømir.
Lat okkum eisini bjóða hesum flytifuglum vælkomnum, og vísa teimum næstrakærleika.
Lat okkum eisini minnast tey, sum eru fallin í krígnum í Ukraina í tøgn.
-----
Takk
-----
Góðu skótar
Sum úlvaungar og skótar fáa vit áhuga fyri fugli og náttúru.
Vit læra at virða náttúruna og lívið í henni. Eitt nú á túrum, tá vit ganga
“Fram eftir fríðum fløtum, fram eftir rás og gøtum”
ella tá vit fara
“ Yvir um skørð og eggir, yvir um fjallaveggir” - tá læra vit at ferðast í náttúruni og fjálga um hana.
Tær góðu løturnar, tá vit tjalda við áir og vøtn og nema landið, geva okkum førning, sum vit fegnast um.
##med2##
Tá skótanir í SSB saman við fuglavininum, Sverra Paturssyni, fóru at halda ein fugladag á Grækarismessu í 1943, var fuglurin á firðum og á landi í vanda av mannaávum.
Ein lærari segði okkum, at æður sóust næstan ikki á firðum. Kom ein æða fram við, ljóðaði eitt skot. Og menn saltaðu tjøldur upp í tunnur.
Landsins stýri skilti neyðarrópið frá fuglavinum og skótum, tí í 1954 samtykti løgtingið fuglaveiðilógina, sum friðar fuglin, men loyvir ávísari veiðu.
Í 78 ár er fugladagurin hildin, men nú varpa vit ikki bara ljós á fugl, men náttúru, umhvørvi, og tær álvarsomu avbjóðingar, náttúruni eru fyri.
Góðu náttúruvinir
Náttúran er ikki bara náttúra, fuglur og blómur. Vit hava lógir, sum eru ætlaðar at fyrisita náttúruna.
Og hvat gera vit sjálvi fyri at halda náttútuna reina og umsita hana? Tað hevur sanniliga týdning.
Felags fyri tær flestu lógirnar eru, at tær eru gamlar. Men eitt er at hava lógir. Eitt annað er at hava ein politikk á hesum økjum:
-Hvørji mál seta vit og hvussu náa vit hesum málum. Slíkir politikkir finnast ikki!
Avgomlu lógirnar eru tekin um, at politiski myndugleikin raðfestir hvørki fugl, náttúru, viðarlundir, búnaðin ella umhvørvi so ovarliga, sum mong av okkum halda, at hann eigur at gera.
Men rætt skal vera rætt. Í vikuni legði landsstýrismaðurin í umhvørvismálum fram eitt umfevnandi uppskot um eina Náttúruverndarlóg.
Um tingið samtykkir uppskotið, er talan um eitt stórt framstig til frama fyri náttúruna.
Men náttúruverndarlóg er ikki nóg mikið. Ein annað mál er ein lendisætlan, sum ásetir, hvussu vit byggja landið út.
Øll menning krevur inntriv í náttúruna, og tí má farast fram við skili.
Eisini er neyðugt at vit friða fleiri øki, har eingi inntriv verða gjørd. Tað kunnu vera øki, sum bera av í vakurleika. Ella øki, sum hava serliga týdning fyri fugl.
Bara trý øki eru friðað eftir náttúrufriðingarlógini - Fjallavatn og Leynavatn, økini rundan um hesi vøtn, og so Mølheyggjarnir á Sandi.
Men eingi skelti við myndum og frágreðingum vísa, at hesi øki eru friðað. Hví tey eru friðað, ella um nakrar ásetingar eru fyri økini.
Í øðrum londum lesa vit skelti um friðað ella forkunnug øki - í orðum og myndum. Um talan er um ein tjóðgarð. Ella um tey eru á listanum hjá ST fyri heimsarv.
Vit sakna skelti og ferðafólk sakna skelti. Skelti, sum vísa leiðir, serlig støð, staðarnøvn, fornminni, fugl og annað. Hvør hevur ábyrgdina? Og hvønn politikk skulu vit hava í samband við skelting?
##med3##
Góðu fuglavinir!
Fuglurin fekk ikki frið, tá Sverri og skótar fóru at halda fugladagin.
Í dag eru aðrar orsøkir til, at vit harmast um støðuna hjá summum fuglasløgum. Tey, sum ferðast í haganum, hava í mong ár hildið, at heiðafuglur og annar fuglur fækkast í meingi.
Men tað vita vit ikki, tí vit telja ikki fuglin.
Vit hava ikki talt heiðafugl og annan fugl í meiri enn 40 ár.
Og vit kanna ikki liviumstøðurnar hjá fugli, hóast nøkur undantøk eru.
Tó hevur Havstovan talt lomviga í eina hálva øld í Skúgvoy, og nakrar ferðir kring landið. Tey seinastu árini eru eisini ryta, lundi og havhestur tald.
Teljingarnar vísa, at tað stendur hvørki væl til hjá svartfugli ella øðrum bjargafugli. Kanska fer rannsóknin um havhest, sum ein útlendskur grunnar fíggjar, at geva okkum nakrar ábendingar.
Fyri einum ári síðani samtykti løgtingið eitt uppskot um at gera eina lóg um regluligar fuglateljingar. Tað gleddi allar fuglavinir. Men enn er ikki brostið fyri nev...
Tað er ein ávís líkasæla, tá tað snýr seg um fugl. Løgið, tí tey flestu eru góð við fuglin, sum lívgar við síni ljómandi rødd og litspæli.
Fólk fegnast, tá tey síggja fyrsta tjaldrið, og dagliga síggja vit myndir av tjóðfuglinum, og øðrum fuglum, við strendur okkara.
Fólk fegnast um, at fleiri smáfuglasløg byggja her á landi - serliga í trægørðum og lundum, har teir finna skjól.
Samstundis sum margfeldið økist, mugu vit eisini ásanna, at vit eru ikki nóg góð at varðveita margfeldi í náttúruni, sum vit hava bundið okkum til í altjóða sáttmála.
Góðu náttúrufólk
Onkuntíð fýlast vit á, at náttúra og umhvørvi fáa ov lítla raðfesting og umrøðu. Men málið um gongd í haga hevur verið millum mest umrøddu mál tey seinastu árini.
Eitt stórt politskt mál, sum eingin hevur megnað at loysa. Og tað er ikki nøktandi.
Høvuðsorsøkin til óhepnu støðuna er, at ferðafólk eru komin til landið í stórum tali við nærum fríum ferðaseðli at ganga úr fjørusteini niðan á fjallatind.
Gomul siðvenja er sett til viks. Tey, sum varða av jørðini, eru ikki spurd. Og í nógvum føri er talan um lógloysi.
Náttúran tolir ikki ágangin. Mangastaðni er slitið í fjallalendi skakandi. Summar bygdagøtur eru sum veitir, og aðrar gonguleiðir eru díki.
Onnur øki í landinum eru fyri óbótaligum skaða, eitt nú Melin á Pollinum í Saksun.
At summir festarar og óðalsmenn hava sett tiltøk í verk, sum hvørki eru hugalig ella skynsom, er ein onnur søk. Men trýst elvir móttrýst.
Tað líkist ongum at taka fleiri hundrað krónur at ganga ein túr í náttúruni uttan eina tænastu. At taka pening og veita eina tænastu hevur eingin nakað ímóti.
Portrið í Saksun er ein heimskend landsskomm. Sjálvandi eigur fjøran aftur at gerast ein almenningur, sum øll hava rætt til.
Men alt hetta er ikki hent frá degi til dags. Tí undrar tað almikið, at myndugleikar ikki taka tey neyðugu stigini men bara yppa øksl.
Festarar, ella kongsbøndur, halda upp á sín rætt, og siga at Hagalógin er góð. Hinumegin hava vit Hagafelagið - og stóran part av Føroya fólki - sum krevur almannarætt at ganga í haga.
Semja er ikki fingin. Tí má politiski myndugleikin taka ta neyðugu avgerðina. Um neyðugt má lóggávan broytast. Vit kunnu ikki hava lóg og skipanir, sum ikki eru í samljóð við nútíðina.
##med4##
Eg dugi ikki at síggja, hví útlendingar eru trupulleikin.
Vit ferðaðust í summar og í heyst í Evropa. Í átta londum súklaðu og gingu vit fleiri hundrað kilometrar. Oftast eftir góðum súklugøtum og fjallagøtum uttan at gjalda eitt einasta oyra.
Góðar tekningar og frágreiðingar søgdu, hvagar vit kundu fara og ikki fara.
Einastaðni var ein mynd av eini kúgv, sum segði, at tú kanst hyggja at mær, men gev mær frið. Í 2000 metrar hædd gingu vit millum spøk neyt á beiti.
Á veg niðan á ein fjallatind vóru nógvar sniðgøtur eins og í Føroyum. Men fleiri skelti søgdu, at vit skuldu ikki fara av gøtuni. Tá vit so nærkaðust einum fjallatindi, var ein breið og væl gjørd gøta niðan á sjálvan tindin, so einki slit var á lendið.
Sjálvandi letur slíkt seg gera í Føroyum. Og sjálvandi mugu ferðafólkini eisini gjalda fyri slit á náttúruna.
Skipanirnar uttanlands eru ymiskar. T.d. goldu vit ferðaskatt á einum gistingarhúsi í Eysturíki. Tað eigur eisini at bera til í Føroyum.
Kanska áttu vit at tikið nakrar avgerðir, í staðin at mala sum hundur um heitan greyt.
Á útlendskum heimasíðum síggja vit, at náttúrustovnar eru virknir við kunning og frágreiðingum:
Hvar er gott at ganga, hvørji fuglasløg síggjast nú, hvar kanst tú tjalda í skógum ella frílendum, hvar kanst tú ríða, fiska síl, hvørji djór eru at síggja og hvat annað forvitnisligt er at gáa um.
Umhvørvisstovan umsitir partar av náttúruni, og hon hevur óivað førleikar og fólk at hava eina slíka virkna heimasíðu, sum eitt nú danska náttúrustýrið hevur.
##med5##
Góðu gongufólk
Dagliga síggja vit á sosialu miðlunum myndir frá fjallatúrum úr øllum sjónarhornum - úr gjáum, gjótum og stíggjum, á skørðum, kneysum og tindum.
Hesar føgru myndirnar geva íblástur. Tær vísa, at alsamt fleiri landskvinnur og -menn ganga í náttúruni og klintra upp á teir 340 fjallatopparnar.
Henda eldhugan mugu vit stimbra, og ikki leggja fótonglar við avmarkingum.
Onnur njóta løtur í fríøkjum, har gøtur eru lagdar víða hvar, fram við vøtnum og áum. Túrar á slíkum gøtum eru balsam fyri likam og sál.
Tað er sera týdningarmikið at verja hesi øki, har fuglur eisini trívist. Tí er tað sera harmiligt, at politikkarar í heila tikið hætta sær at gera inntriv í slík virðismikil lendi.
Eg hugsi um fríøkið við Sandá, sum hundraðtals fólk royna at verja. Lutvíst, tí at hetta lendið við tí brúsand ánni er ein vakur blettur. Og lutvíst tí at hetta lendið hevur eitt stórt rekreativt virði fyri mong.
Um stríðið hjá er til fánýtis, dugi eg ikki at siga, men í vikuni stóðu reyðir steyrar millum tignarligu steinarnar á fríøkinum.
Fer hetta økið undir betong og asfalt, endurtaki eg orðini hjá suðurafrikanska skaldinum, Alan Paton, Grát, mítt elskaða land.
##med6##
Góðu umhvørvsfólk
Tað kann tykjast sum eitt øvut lutfall at tosa um ein lítlan blett í høvuðsstaðnum, sum ikki stendur mát við álvarsemið í veðurlagsbroytingunum.
Broytingar, sum hótta náttúru, umhvørvi og vistskipanir, og sum flestu lond royna at fáa bilbukt við.
Løgtingið samtykti Veðurlagspolitik Føroya í 2009, men tað eydnðist ikki at minka útlátið 20 prosent. Tvørturímóti vaks tað 10 prosent.
Í næstum verður ein nýggjur orku- og veðurlagspolitikkur lagdur fram. Ein politikkur við nógvum átaksøkjum, men ikki við bindandi lóggávu.
Um hesin politikkur skal eydnast, má hann vera fólksligur, eggja og ráðgeva fólki og vinnu.
Tað tykist, at alsamt fleiri føroyingar ganga ta grønu og burðardyggu leiðina. Bæði við atliti at vøruvali og við at leggja um til varandi orukeldur.
Tað kostar í krónum, og tí má ein hugsjón vera til steðar.
Tí kom tað dátt við, tá tað frættist, at størsta kommunan í landinum í álvara ætlar, at nærum øll bussleiðin í høvuðsstaðnum skal halda fram við diselbussum.
Her skortar ein hugsjón. Um øll valdu tryggu loysnina, koyrdu eingir el-bussar í nógvum býum í Evropa.
Óivað er tað váðið at leggja alt um í einum, tí tøknin er viðbrekin, men tað ber til at fremja eina ætlan í størri stigum enn bara við tveimum el-bussum av 17.
Fyritreytin fyri tí grøna orkuskiftinum eru ikki bara milliardir í íløgum, men ein væl tilrættisløgd ætlan og samskipan millum allar partar.
##med6##
Góðu skótar
Siðurin frá 1943 at bjóða tjaldrinum vælkomið við einum grækarismessuhaldi er eitt gott høvi at siga vetrinum farvæl og heilsa várinum.
Takk fyri, at tit halda henda sið.
Eg vóni, at røðan hevur givið onkrum íblástur at njóta og verja náttúruna.
Góðan fugladag! Takk fyri at tit lurtaðu.