Johanna verður í hesum døgum gjørd klár til summarhálvuna á Vágs Skipasmiðju.
Sluppin Johanna TG 326 ger vanliga fleiri túrar summarhálvuna, og ofta eisini út um landoddarnar.
Onkur av ferðunum í fjør var kanska heldur baldrut, og tað merkist á einum gomlum skipi, so nógv er at fara um, nú sluppin skal gerast summarklár. Arbeitt hevur eisini verið á dekkinum í vetur, og hevur Johanna verið undir taki, so at skilja, at sperrur hava verið smíðaðar yvir dekkið, og dúkur breiddur yvir.
Í løtuni verður síðsta hond løgd á at fáa sluppina klára til summhálvuna.