Gamla vágssluppin, Johanna er nú sloppin um eitt stórt sker.
Tí í gjáramorgunin samtykti Løgtingið at játta henni 610.000 krónur í stuðuli.
Runt roknað er hetta tann upphæddin, sum Johanna skyldar Føroya Gjaldsstovu av einum láni, sum varð tikið, tá ið Johanna varð gjørd ístand
Landsstýrið hevur í mong ár ikki sett krøv fram móti felagnum, hóast tað ikki hevur havt fíggjarliga orku at røkja sínar skyldur.
Heimild at avskriva lánið, hevur landsstýrið ikki
Og seinasta summar varð málið sent sakførara til innheintingar.
Raksturin av sluppuni Johonnu gevur vanliga hall, og fyri framman liggur eitt átroðkandi viðlíkahaldsarbeiði upp á 300.000 kr.
Felagið Johanna hevur upplýst, at tað er ikki ført fyri at gjalda skuldina.
Men avtalað er gjørd við aðrar lángevarar um niðurfrysta og at strika skuld.
Og nú fíggjarlógin fyri 2000 var til viðgerðar í tinginum í vikuni, hevur minnilutin í nevndini skotið upp at løgtingið játtar Johonnu 610.000 krónur í stuðuli.
Í minnilutanum eru Flemming Mikkelsen, Lisbeth Petersen og Vilhelm Johannesen.
Tey halda, at peningurin er mistur, hóast Johanna fer á tvingsilssølu.
Tí mæla tey til í hesum serliga føri, at Løgtingið játtar eina upphædd á fíggjarlógini fyri 2000, sum svarar til skuldina, sum sluppin hevur hjá Føroya Gjaldstovu.
Peningurin verður ikki útgoldin, men settur beinleiðis inn á lánið, og sostatt førir játtanin ikki útreiðslu við sær fyri landskassan.
Og tá ið tingið atkvøddi um fíggjarlógina í gjáramorgunin, varð hetta samtykt við 17 atkvøðum fyri og 15 ímóti.