info
Ongi úrslit

Jóhanna og Bogi latið upp gallarí

Nýtt gallarí er latið upp í Havn

Eirikur Lindenskov
18. januar 2022 kl. 10:05

»Gallarí Havnará« er nýtt gallarí í Havn, sum Jóhanna og Bogi Andre­a­sen hava latið upp í gomlu húsunum hjá Bibi Har­ald­sen millum Havnará og Niels Fin­sens­gøtu í Havn, sum tey eldru helst betur kenna sum Tórs C­a­fe­teria.

– Ætlanin er at hava nakr­ar fram­sýn­ingar um árið, kanska ein­ar 8-10 í tali tali við kend­um listafólkum, sigur Bogi Andre­a­sen. 

– Men ætlanin er eisini at selja list til dagligt, og tá verður opið eft­ir avtalu.

Í løtuni er til dømis list hjá Silja Eystberg, Kára Svensson, Eyð­un av Reyni og Astrid Luin at síggja á gallarínum.

Umframt listahandil í Før­oy­um, so er ætlanin, at Gallarí Havn­ar­á eisini skal fara uttanlands á al­tjóða messur við føroyskari list.

Myndin er ikki tøk

Og í dag letur upp forkunnu framsýning við málningum, sum Jógv­an Asbjørn Skaale, sáli, hevur málað. Tað er í sam­bandi við, at hann í morgin hevði fylt 75 ár.

Í kalendaranum er eisini ein fram­s­ýning við Frits Johannesen í Fugla­firði. Tann framsýningin verð­ur í apríl.

– Vit eru só brá, so tað kann væl vera, at onk­ur onnur fram­sýn­ing verður fyri ta tíð, sigur Bogi Andreasen.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

Í gjár kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kom tætt at føroysku granskingini á Vísindavøku

54 minuttir síðan
Tíðindi

Turkurin sæst úr rúmdini

56 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vinstra, høgra, vinstra, høgra - tað er skeiva lagið

1 tími síðan
Tíðindi

Uppreistrarfólk tikið ræðið á flogvølli í Etiopia

2 tímar síðan
Tíðindi

Hernaðarvenjingin Lion Protector í Vestmannasundi

2 tímar síðan
Tíðindi

Póllendingar stjólu 200 neyt í Týsklandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Rubio skal hitta Lavrov í New York

3 tímar síðan
Tíðindi

Lær føroyska rættskriving í Vági

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingar fluttu seg 81.018.307 rørslumetrar

4 tímar síðan
Tíðindi

Felags kunningarfundur fyri nýggjar tilflytarar

4 tímar síðan
Tíðindi

Norðurlond fegnast um Grønlandsavtaluna

5 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri eykajáttanir á skránni í Vestmanna í dag

5 tímar síðan