Johanna rendi seg undir

Vágssluppin Johanna fekk fitt at skaða, tá ið hon rendi seg undir á veg suður til Vágs av sjómannadegnum í Klaksvík

Ilt er at byggja borð fyri báru, sigur eitt gamalt orðatak.

Hetta mátti manningin á vágssluppini, Johonnu, ásanna, tá ið teir sunnumorgunin vóru á veg heim aftur til Vágs úr Klaksvík, har teir høvdu verið á sjómannadegi.

Á Mjóvanesi komu teir í nakað av aldu, tó at vindurin var lítil.

- Vit tóku ferðina av skipinum, men brádliga rendi hon seg undir, sigur skiparin, Bjarni Brattaberg.

Hann sigur, at stoyturin var so mikið harður, at bæði krosstræið, toppstongin og sprytið brotnaðu tvørtur av heilt inni við stevnið.

Skiparin sigur, at hetta var stak óheppið, tí Johanna hevur mangan verið í verri sjógvi enn hetta og hon er eisini mangan farin djúpari enn hetta.

- Tað vildi bara illa til og tá ið tann rætta aldan rakar, brýtur hon frá sær. Tað kemur ikki ofta fyri, at sprytið brotnar, men tað hendi so hesuferð, leggur Bjarni Brattaberg afturat.

Og tíbetur hendi ongin mannaskaði.


Sterkt smíðað

Sprytið er átta metrar langt av tí at bæði spryt, veirar og trossar endaðu framvið skipssíðuni, boðaðu teir landi frá, tí teir stúrdu fyri, at tað kundi banka hol á síðuna ella koma um skrúvuna.

Tí kom bjargingarbáturin, Lív til teir og fylgdust við teimum suður til Havnar og tað gekk væl.

Teir hava nú riggað alt av og fingið sprytið inn á dekkið og í morgun fóru teir av aftur Havnini við kós ímóti Vági.

Johanna er tryggjað og tá ið hon er komin til Vágs, verður skaðin sýnaður.

Hann leggur afturat, at annars er Johanna tiltikið sterkt smíðað.

- Táið vit vóru niðri við krígsveteranum í 1990, vóru teir gomlu krígssiglararnir púra samdir um, at sterkari slupp, við so góðum og sterkum rigningi, høvdu teir ikki verið umborð á.


Avlýsa ferð

Gudmundur Jacobsen, sum er formaður í nevndini fyri Johonnu, sigur, at tey nú fara at bíleggja tilfar til nýtt sprit og krosstræ og so verður skaðin umvældur í vetur.

Ætlanin var, at Johanna skuldi fara ein svipp til Hetlands í næstum, men tann ferðin er avlýst av tí sama.

Annars er onki í vegin fyri at sigla og innanoyggja verður kanska onkur túrur gjørdur.