Johannes Ólavsson hevur á nýggjari útgávu latið nakrar gamlar kirkjusálmar í nýggjan búnað ? nú er tað ikki longur einstáttaður og seinur sálmasangur, men heldur fjølbroyttur og svingandi popptónleikur.
? Eg eri vaksin upp við at fara í kirkju og hoyra sálmar verða sungnar. Tá í tíðini troyttaðist eg onkuntíð inn á summar sálmar, tí teir kundu verða so tungir, men seinni havi eg sæð, hvussu stórur hesurin sangskatturin er, sigur Johannes Ólavsson.
Hugskotið um at spæla onkrar av hesum sálmum inn av nýggjum er gamalt, men fyrr í ár tók Johannes fyrsta ítøkiliga stigið til at gera eina útgávu, og hon er nú komin út.
»Mær halda Harrans hendur« kallast fløgan, og á henni eru 11 sálmar í nýggjari innspæling.
? Eg havi lurtað nógv eftir norskum tónleiki, og har hava tey gjørt nógv við at spæla gamlar sangir og sálmar inn av nýggjum.
Ein fjølbroyttur flokkur
Tað er ein øðrvísi flokkur av tónleikarum og sangarum, sum spæla og syngja á útgávuni, og júst hetta hevur verið eitt aðalmál við útgávuni.
? Eg vildi hava ymisk fólk at syngja og spæla. Her eru bæði sangarar og tónleikarar, sum hava nógvar royndir, og fólk, sum hava minni royndir. Eisini eru tónleikarar, sum eru kendir frá kristiligum tónleiki, og aðrir tónleikarar, sum ikki eru kendir fyri tað, sigur Johannes Ólavsson.
Kim Hansen, James Olsen, Magni Christiansen, Bárður Háberg og Jákup Zachariassen eru nakrir av tónleikarunum, sum spæla saman við Johannesi Ólavsson á útgávuni.
Og tá ið tað snýr seg um sangararnar, er eisini talan um fjølbroytt nøvn: Linda Holmberg, Jens Marni Hansen, Kim Hansen, Margit Justinussen, Magni Christiansen, Birgit Thomsen og onnur.
Gamalt og nýtt
Nýggju innspælingar av sálmunum eru nógva meira modernaðir, enn fólk eru von við úr kirkjuni, men alíkavæl er ein klangur av fortíðini í teimum flestu innspælingunum.
? Eg havi roynt at varðveita nakað av tí gamla kirkjuliga í sálmunum við kirkjuorgli, og annars havi eg roynt at blanda tað saman við poppi og rocki. Hetta var hevur verið spennandi, sigur Johannes Ólavsson.
Hann hevur valt ymiskar sálmar, og talan er ikki bara um kendar og nógv sungnar sálmar, men eisini um sálmar, sum verða lítið brúktir.
? Tað hevði verið fínt, um hendan útgávan kundi givið nøkrum av sálmunum, sum ikki verða sungnir so nógv, lív aftur. Eg havi eisini nakrar kendar sálmar við á útgávuni, og tað er neyðugt at hava okkurt, sum fólk kenna aftur og kunnu taka til sín beinanvegin.
? Men eg havi eisini roynt at tikið aðrar sálmar við, tí tað ger útgávuna meira spennandi, um fólk eisini fáa nakað, sum tey ikki eru von við at hoyra, sigur Johannes Ólavsson.
Kanska ein av fleiri
Ellivu sálmar eru við á hesari útgávununi, og tað eru sálmar, sum Johannes Ólavsson valdi at taka burtur úr stóru rúgvuni á hesum sinni.
? Hetta eru alt sálmar, sum eg havi havt okkurt forhold til seinnu árini. Í summum førum havi eg hoyrt teir á útlendskum útgávum og havi so leitað eftir føroysku týðingini. Í fleiri førum havi eg eisini roynt at funnið fram til upprunaligu løgini, og tí verða onkrari sálmar eisini sungnir við øðrum løgum, enn fólk kanska kenna teir, sigur Johannes Ólavsson.
? Eg kundi saktans havt valt 50 aðrar sálmar til hesa útgávuna, men kanska verður hetta bara tann fyrsta av fleiri fløgu. Tilfarið er í øllum førum til at gera fleiri slíkar fløgur, skuldi tað verið, sigur hann.
Ger alt meira við tónleikin
32 ára gamli Johannes Ólavsson er vestmenningur, men hann hevur seinnu árini búð í Havn, og hann er farin at gera alt meira við at spæla og spæla inn tónleik.
? Seinasta árið havi eg arbeitt hálva tíð í Elding, meðan eg havi brúkt fyrrapartarnar til at fáast við tónleik. Hesum ætli eg mær at halda fram við, sigur hann.
Hetta gjørdi eisini, at tað bar til at spæla fløguna inn og fáa hana lidna eftir einum hálvum ári.
? Tað hevði helst verið, sum tað vanliga er í Føroyum, at tað hevði tikið nógv longri tíð at gjørt fløguna, um eg bara skuldi arbeitt við henni eftir arbeiðstíð. Tá hevur tú ikki altíð orkuna og kreativitetin, sum skal til, sigur hann.
Johannes Ólavsson brúkar eitt rúm í íbúðini hjá sær til tónleikin, og har kann hann spæla inn. Nógv av tí tónleikinum, sum er á nýggju fløguni, er spældur inn júst har.
? Eg vil gjarna gera meira við tónleikin, og eg havi valt at gera nakð sjálvur. Tað nyttar ikki at sita og bíða eftir, at onkur kemur at biða teg til okkurt. Einki kemur av sær sjálvum, og eg royni tí at arbeiða fyri sakini, sigur hann.
Næsta ár vónar hann, at hann skal í holt við eina nýggja fløgu, sum er eitt norðurlendskt samstarv.