Johannes L. Jacobsen deyður

Sunnudagin 20. juli 2003 andaðist Johannes L. Jacobsen, grannskoðari í Havn, 85 ára gamal.

Johannes var av Tvøroyri, sonur Alexandru, f. Hansen, av Tvøroyri og Hans Jacobsen, vanliga nevndur Hans í Búðunum, ættaður úr í Klaksvík. Pápin sigldi við vøru millum bygdir fyri handilin hjá Mortensen á Tvøroyri. Á veg frá Vestmanna til Tvøroyrar gekk hann burtur í 1923. Johannes var tá bert fimm ára gamal.
Í 1937 fór Johannes á keypmansskúla í Keypmannahavn. Hann tók prógv sum siviløkonom (HD). Hann var nokk fyrsti føroyingur sum fekk hetta prógv. Undir krígnum arbeiddi hann sum bókhaldsstjóri á Berlingske Tidende. Meðan hann búði í Keypmannahavn, giftist hann í 1944 við Rigmor Tórsheim, dóttir Annu, f. Hansen, og Vilhelm Tórsheim, byggimeistara, í Havn. Tey fluttu heim aftur til Føroya í 1947. Hann byrjaði beinanvegin ar arbeiða sum sjálvstøðugur vinnurekandi. Hann rak sína egnu grannskoðarafyritøku, til hann legði frá sær umleið 73 ára gamal. Hann var grannskoðari hjá nógvum fyritøkunum og stovnum í Føroyum.
Rigmor og Johannes fingu børnini Høgna og Annu, sum bæði búgva í Havn.