Johannes Møllehave er deyður eftir drúgva sjúkralegu. Hann gjørdist 84 ára gamla, skrivar Politiken.
Hann hevur gjøgnum lív sítt virkað sum prestur, høvundur, yrkjari, kjakari, fyrilestrarhaldari og provokatørur.-
Johannes Møllehave gjørdist teologiskur kandidatur í 1963 og virkaði síðani sum prestur ymsa staðni, millum annað í Vridsløse Statsfængsel.
Umframt prestastarvið skrivaði hann eisini fleiri yrkingar og skaldsøgur.
Fleiri enn 40 útgávur komu, síðani hann sum 11 ára gamal gjørdi setningin: I Kolding by ligger et stýkke leverpostej med næsen í sky.
Tað var sambært høvundanum sjálvum fyrsta ítøkiliga royndin hjá honum í skrivandi listini.
Tað vóru eisini kreativu evnini hjá honum sum skrivari og søgusigari, sum gjørdu Johannes Møllehave alment kendan.
Gjøgnum starvsleið sína varð hann løntur við fleiri stórum bókmentavirðislønum, teirramillum Boghandlernes Gyldne Laurbær, sum hann fekk í 1980.
Í 2012 fekk hann Pulicistprisen hjá Den Danske Publicistklub fyri høvundavirksemi, sum varð »merkt av sansi fyri bæði gaman og álvara«.
– Hann hevur skrivað bøkur, bíbilskar enduryrkingar, verið einastandandi bókmentamiðlari við bókmentalýsingum við serligum denti á so ymiskar sum H. C. Andersen, Søren Kierkegaard, Shakespaere og Storm P., ljóðaði grundgevingin ta ferðina.
Eftir eina stjóra hjartaskurðviðgerð í 1997 og tveir blóðtøppar í heilanum í 2008, gjørdi Møllehave av í 2009 at gevast við at ferðast kring landið at halda fyrilestrar.
– Eg vil ikki minnast sum hann, sum ikki mintist fyrilestrarnar, segði hann ta ferðina.
Johannes Møllehave hevði børnini Tomas, Mikkel og Katrine.
/ritzau/