Johannes Mortensen 95

Týsdagin 16. mars verður Johannes Mortensen, trúðboðari, á Argjum 95 ár.

Foreldrini hjá Johannesi vóru Rachel og Mortan Mortensen á Geil á Argjum. Tey fingu tilsamans 12 børn.


Sum flestu ungir dreingir tá fór Johannes til skips. Síðani fór hann til Íslands, har hann arbeiddi á bóndagarði í tvey og eitt hálvt ár. Kom heimaftur og fór hann í smiðjulæru hjá bróðrinum Palla í Vági.


Í 1937 fór Johannes til Danmarkar, har hann fekk arbeiði hjá einum smiðjumeistara í Højen norðanfyri Svendborg, og har varð lívsleið hansara løgd: Hesin smiðjur var missiónsmaður, og í bygdini var dugnaligur prestur, sum tók sær av teimum ungu. Hann hevði bíbliutímar saman við teimum heima hjá sær sjálvum og dugdi sera vær at fara við teimum.


Johannes ynskti nú at fáa eitt arbeiði, sum var innan tað kristna virki, og ráddi presturin honum til at fara á diakonskúla í Århus. Hann kom hagani í praktikk, eina tíð á Hald uttan fyri Viborg, har hann møtti Elmu, sum hann giftist við í 1943. Tá var hann liðugur sum diakonur, fekk hann arbeiði sum trúboðari innan KFUM og K og Indre Missón í Tønder í Suðurjyllandi og seinni í Jelling.


Í 1949 fluttu tey til Havnar, har Johannes var biðin um at vera KFUM skrivari. Hann var við til at byggja KFUM, sum varð vígt í 1952. Við í arbeiðinum sum KFUM skrivari var eisini umsiting av Kristiligt Ungmannablað.


Á KFUM var hann til 1960, tá tey fluttu til Fuglafirðar sum trúboðarapar, og í 19 71 gekk leiðin til Vestmanna. Hóast Johannes varð pensioneraður sum 70 ára gamal, hevur hann verið virkin í missiónsarbeiðinum í mong ár.


Elma og Johannes fingu sjey børn: Gertrud, Ragnhild, Hjørdis (sum bert gjørdist 2 ár), Karin, Gudmund, Sólbjørg og Jens Mortan. Elma andaðist fyri 9 árum síðani, 87 ára gomul.


Føðingardagurin verður hildin saman við familjuni.


- red