Umframt at Jóhannes Tauser er elsti føroyingur, er hann eisini elsta føroyska mannfólk, nakar veit um at siga. Elsti føroyingur, sum vit vita um, er Drikka á Fløtti við Gjógv, sum andaðist í november 1980, um fýra mánaðir yvir 105 ár. Ein sonur hennara, Karl Jacob Sigvardsen, sum býr á Ellis- & Røktarheiminum í Runavík, verður 102 ár um eina góða viku.
Hóast Johannes Tauser er vorðin 105 ára gamal, býr hann framvegis í egnari íbúð í Helsingør. Hann varð borðin í heim á Eiði tann 23. februar 1902. Var næstelstur av átta systkjum, fimm systrar og tríggir brøður. Foreldrini vóru Maria, f. Olsen, úr Sørvági, og Jákup Poulsen av Eiði.
Frá smádreingi av hevði Jóhannes hug til sjógvin og til fiskiskap, og fór hann tí ungur til skips. Hann sigldi t.d. við Galwoy, Lítlu Emmu og Slatrinum. Honum dámdi væl at sigla, og var hann ein heppin fiskimaður, sum fiskaði væl.
Sum 19 ára gamal var hann við einum suðuroyarskipi, og tað var tá, hann hitti fyrru konu sína, Alexandru. Hon tænti á Tvøroyri. Alexandra var ættað av Skála, men hon vaks upp hjá fosturforeldrum sínum í Havn, Jóhonnu, ættað úr Hovi, og Óla Tauser úr Havn. Mamma Óla var úr Havn, meðan pápin var týskari. Harav eftirnavnið Tauser.
Alexandra og Jóhannes giftust, búsettust í Havn og fingu sær eftirnavnið Tauser. Tey fingu tríggjar synir: Jóhan, Jákup Martin og Gunnar. Áðrenn tey fingu teir tríggjar synirnar, fingu tey eisini tvær døtur, ið doyðu sum heilt lítlar.
Alexandra doyði í 1942. Jóhan Tauser er í dag 80 ára gamal og býr á Norðasta Horni í Havn, Jákup Martin Tauser sigldi úti og búsettist seinni í Danmark, og Gunnar Tauser búsettist í Vági. Jákup Martin og Gunnar eru báðir deyðir.
Seinni giftist Jóhannes upp aftur við Elin, f. Nielsen, úr Heiðunum. Tey bæði fingu trý børn Aspa (1948), ein drong ið doyði sum nýføðingur (1950), og Jenny (1953). Aspa og Jenny búgva báðar í Helsingør.
Fyrst í fimmtiárunum vóru ringar tíðir í Føroyum. Torført var eisini at fáa kjans, so í 1954 keypti Jóhannes sær egnan bát og róði út í fýra ár, og tað bar væl til hjá honum. Hesa tíðina seldi hann nógvan fisk í Vágsbotni. Umframt at rógva út lossaði hann eisini á kajuni.
Men í 1959 avgjørdu hann og konan, Elin, at flyta til Danmarkar saman við døtrunum Aspu og Jenny. Tey fluttu til Helsingør, har tey búsettust.
Hóast Johannes hevði siglt alt sítt lív, slepti hann heilt sjólívinum og fekk sær arbeiði á gummiverksmiðjuni Tretorn í Helsingør, og seinni arbeiddi hann á skipasmiðjuni har. Hann fór frá við eftirløn sum 67 ára gamal.
Men hann settist ikki hendur í favn. Hann hevði ein kolonihava, sum hann gjørdi til ein vakran urtagarð. Hann var so dugnaligur, at hann fekk fleiri heiðurslønir fyri sín fram úr vakra urtagarð. Hann hevði hendan kolonihavan, heilt til hann var 84 ára gamal. Hann byrjaði av nýggjum, tá eldra dótturin fekk sær urtagarð. Hann var tá 95 ára gamal og arbeiddi við hesum urtagarðinum, líka til hann varð 98 ár.
Johannes hevur altíð verið ein arbeiðssamur maður. Hann hevur av náttúru eitt sera gott sinnalag, hann er róligur og arbeiðir málrættað. Fyri at halda seg sjálvan í gongd bakar hann síni egnu breyð, umframt at hann eisini ger knettir og rippar húkar.
Sum 34 ára gamal kom Johannes til persónliga trúgv, og hevur hann verið virkin í Frelsunarherinum, bæði í Havn og í Helsingør. Har hava hann og Elin víst stórt trúfesti, og var Jóhannes í mong ár fastur harmonikuspælari. Elin andaðist 4. oktober 1998, 89 ára gomul.
Johannes fylgir væl við í øllum sum fyriferst, og dámar honum væl at hyggja eftir fótbólti í sjónvarpinum, bæði evropeiskum og altjóða fótbólti, eins og boksing og glíming. Eisini hyggur hann nógv eftir djórafilmum.
Báðar døturnar búgva í Helsingør og eru nógv um pápan. Føðingardagurin verður hildin sunnudagin 25. februar í heiminum saman við familju, vinum og kenningum. Fleiri koma eisini úr Føroyum.
Adressan er: Johannes Tauser, Sydvej 6, 1 t.v., DK-3000 Helsingør.
Tel. 0045 49253135