John aftur í hitan

Broytingar mugu gerast á føroyska liðnum, og tað líkist einum plássi til John Petersen, tó at aðrir møguleikar eisini finnast

Dublin, Írland: Tað er sjálvandi skaðin hjá Claus Bech Jørgensen, sum ger tað alneyðugt hjá venjarunum at fremja broytingar á liðnum, sum annars hevur staðið seg rættiliga væl teir báðar seinastu dystirnar. Ikki minst tí 4-5-1 uppstillingin hevur riggað somikið væl. Bæði tí miðvøllurin við hesum hevur fingið nakað meira av pondus, og eisini tí tað hevur hepnast somikið væl at hava ein ógvuliga mobilan Rógva Jacobsen sum fimta miðvallaranum.

Møguleikarnir
Í so máta er kanska ikki mest nærliggjandi at rokna við, at Rógvi verður fluttur av tí plássinum, men tað eru tað so aðrar orsøkir, sum kortini tala fyri. Ikki minst tann sannroynd, at John Petersen upp á eitt lítið korter gjørdi heilt nógv um seg sum avloysari hjá Rógva á Cypern. Ja, helst somikið nógv, at talan var um bestu landsliðsminuttirnar hjá John í hampuliga langa tíð. Hartil kemur so eisini, at Rógvi áður hevur staðið seg væl á vinstra miðvallarborði. Fram til dystin móti Sveis, har Claus Bech Jørgensen kom í hópin, sat Rógvi soleiðis á sessinum .
Soleiðis sum landsliðshópurin er samansettur, so finnast tó eisini fleiri aðrar møguleikar at seta liðið saman eftir. Heðin á Lakjuni hevur leikt framúr fyri HB í ár, og fyri hetta varð hann eisini tikin við í hópin, men enn hevur hann so ikki fingið nakran minutt á ferðini.
Ein annar møguleiki kundi verið, at Atli Danielsen kemur inn, soleiðis sum hann gjørdi tað á Cypros, og at Julian Johnsson síðani tekur plássið úti í vinstru. At døma eftir innskiftingunum, sum hava verið gjørdar seinastu tíðina, so er Atli helst ein av teimum, sum av álvara nærkast einum føstum plássi, men spurningurin er so, hvørt hetta verður mitt á miðvøllinum ella aðra staðni á liðnum.
At Hjalgrím Elttør nú er komin afturat í hópin, letur eisini upp fyri nøkrum møguleikum, men tað er illa hugsandi, at hann kemur beinleiðis inn millum teir fyrstu ellivu. Og endiliga kundi verið, at venjararnir gjørdu av at nýta Súna Olsen eitt vet longur uppi á vøllinum. Tað vil altso siga, at finna nýggjan leikara til vinstra bakk. Her eru sjálvandi eisini nakrir møguleikar, men skal slíkt eksperiment gerast, so fara venjararnir helst at gera tað í einum venjingardysti. Tí broytingar í verjupartinum eru ikki nakað, sum tú bara gert, tá talan er um undankappingardyst móti einum av liðunum, sum berjast fyri at koma við til endaspælið. Tá ræður um at hava eina verju, sum megnar at standa móti trýstinum.

Liðið
Sæð burtur frá neyðugu broytingunum, skal ikki roknast við, at føroyska liðið verður broytt nakað serligt í mun til tað, sum fór á vøllin móti Cypros.
Málverji verður uttan iva aftur Jákup Mikkelsen, og í verjuni er at kalla sjálvskrivað afturval til allar fýra leikararnar. Einasta undantakið kann so verða, um venjarin roynir at flta Súna Olsen upp at fylla miðvøllin, men tað vildi undir øllum umstøðum verið ein djørv avgerð til júst hendan dystin. Tí verða tað helst Pól Thorsteinsson, Óli Johannesen, Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen, sum fara at manna tey fýra verjuplássini.
Miðvøllurin kann so setast saman eftir ymsum mynstrum, men her verður tó roknað við, at teir fimm frá høgru verða Jákup á Borg, Julian Johnsson, John Petersen, Fróði Benjaminsen og Rógvi Jacobsen. Einsamalla álopsplássið verður so aftur upp til Jónhard Frederiksberg at fylla, soleiðis sum hann hevur gjørt tað í seinastu dystunum.