John Arni einsamallur á odda

John Arni einsamallur á odda

Nú trý umfør eru farin í kappingini er bara ein eftir, sum hevur fult stigatal í landsliðsbólkinum. John Arni vann í gjár við svørtum móti Eyðuni, hann var kanska heppin, tí Eyðun átti helst ikki at tapt støðuna, sum var komin upp.

John Rødgård tóktist ikki so stríðshugaður í gjár, og eftir at Ólavur triðja dagin á rað offraði fólk - hesaferð var tó talan um ein borðbæran gambitt - blotnaði John og beyð remis. John kendi seg ikki fullbirgan undir talvinum, annars hevði hann kanska roynt at hildið longur á.

Heini tykist at hava fingið glið á; í gjár var talan mestsum um einvegis ferðslu ímóti Bernhardi, sum ikki var mentur at seta í verk munagott mótspæl.

Flóvin fylgir væl við! Aftur í gjár vann hann ruddiliga, og heldur hann fram við hetta lag verður hann tungur at syfta.

Hjá Jóan Hendriki bragdaði av álvara í gjár! Vinnandi kombinasjónin í talvinum ímóti Terja var snøgg og raffinerað og kann helst ikki annað enn styrkja honum sjálvsálitið.

Afturímóti gongur meira striltið hjá Tummas Martini og Bernhardi, sum framvegis onki stig hava fingið.