John Arni Nilssen er nú altjóða meistari

Skopuningurin John Arni Nilssen hevur í talvkapping í Prag tryggjað sær sín triðja og avgerandi IM-norm. Hetta førir við sær, at hann nú hevur fingið heitið altjóða meistari(IM)

Talv

Í 9. umfari fríggjadagin skuldi føroyski telvarin hava javnleik, um málið skuldi røkkast. Telvarin, sum hann kappaðist ímóti, lá væl fyri í kappingini, og tí tók hesin av, tá John Arni tíðliga í talvinum beyð honum remis. John Arni vann kappingina saman við fýra øðrum telvarum. Teir fingu allir 7,5 stig av 11 møguligum. So kappingin má sigast at hava verið ein fullkomin succes hjá John Arna.
Umframt kravið um tríggjar IM-normar, verður eisini kravt, at telvari skal hava havt í minsta lagið 2400 í altjóða rating. John Arni hevur í løtuni 2356, men fyri tveimum árum síðani var hann oman fyri 2400, og tí verður hann útnevndur altjóða meistari, tá nevndin, sum hevur við hetta at gera, kemur saman tíðliga í vár.
Fyrsti normurin hjá John Arna kom í Politiken Cup 2002, tann næsti í røðini í kapping í Budapest2003 og við úrslitinum í Prag er røðin fullfíggjað.
John Arni hevur síðani fyrst í 90´unum verið partur av føroyski talvelituni og í skjótt fleiri ár hevur hann verið sterkasti telvari í Føroyum. Tað eru mong sum halda, at John Arni í fleiri ár hevur havt IM-styrki, ella enntá sterkari enn flestu IM´arar, og tí er feska heitið sera uppiborið. Vónandi kann John Arni vera íblástur til allar hinar føroysku IM-aspirantarnar.
Undan John Arna er tað bert John Rødgaard her á landi, sum ber heitið altjóða meistari. Flóvin Tór Næs hevur somuleiðis ognað sær tríggjar IM-normar, men í løtuni er altjóða ratingtalið hjá honum ov lágt (2291) og hann hevur heldur ikki verið omanfyri 2400.