John Edwards gavst í dag við royndunum at gerast forsetavalevni hjá demokratunum í USA Í USA hevur John Edwards nú boðað frá, at hann gevst við royndunum at gerast forsetavalevni hjá demokratiska flokkinum.
John Edwards hevur ikki staðið seg í kappingini við Hillary Clinton og Barrack Obama. Tað gjørdi hann heldur ikki í Florida í gjár, hóast úrslitið har ikki hevði nakran týdning, og nú hevur hann so tikið avleiðingarnar, sigur CNN.
Eygleiðarar halda tó, at tað var úrslitið í South Carolina, sum fekk hann at gevast. John Edwards fekk 18 prosent av atkvøðunum í South Carolina, sjálvt um hann er ættaður haðani. Barrack Obama fekk harafturímóti 55 prosent.