John F. Weihe in memoriam

Á ferð í bili hugsa vit ikki vanliga so nógv um, hvussu tað ber til, at koyrandi er um og ígjøgnum hægstu fjøll og undir djúpum firðum, tað er bara so, og soleiðis minn­ist yngra ættarliðið tað altíð hava verið; men tá ommur og abbar fara at siga frá, hvussu vorið var – í teirra minni her fyri stutt­um – ljóðar tað fyri yngra oyr­­anum, sum um hetta mundi vera onkuntíð tá – ja, kanska undir napoleums­kríg­num.
Nei, her koma John Weihe og hansara mongu starvs­felagar kring landið inn í mynd­ina, eitt ser­merkt fólka­slag, flestir uppi­lagstir sjó­menn, sum altíð funnu upp á ráð, hvussu víkti og vendi, og í smiðj­unum, har amboð teirra komu til um­væl­ingar, stóð ikki á hjá teim­um sjálvum at hjálpa til, maskin­meist­ar­ar, ið summ­ir teirra vóru, og av tí sama vóru tær gomlu smiðj­urnar sann­ur ævin­týr­heim­ur hjá tí, ið tímdi lurta, gamla silda­verk­smiðjan við Jákup-Wenzili í Kollafirði ikki at forgloyma.
Havi hug at siga frá hvørj­um sær; tí teir skóru framúr hvør á sín hátt; men tað ber ikki til í stuttum minningarorðum.
Í rokasliga framburð­in­um innan føroyska vega­gerð, sum av álvara tók dik á seg í 1960-unum, kláraðu hesir okkara maskinførarar, saman við øðrum góðum fólki, at fullføra til samans kring landið 8-10 km av lid­­num vegi um árið, sum í “Nord­isk Vej­tekn­isk For­bund” var hildið at vera óført.
Forherðingar vóru teir og høvdu til fragd at senda snarboð inn á Landsverk­frøðingsskrivstovuna, at nú vóru ikki fleir miðsneisar at síggja, og av tí sama fór dozarin skjótt at standa still­ur.
Tá á døgum var almikið fyrireikandi arbeiði at gera, áðrenn amboðini sluppu framat. Hvør ójavni í lend­in­um skuldi mát­ast upp, roknast út og teknast sum kort, áðrenn farast kundi undir prosjekteringina, og so skuldi endaliga pro­sjekt­ið stingast út í lendinum, og syrgdu John og teir soleiðis fyri, at vit bart út vóru noyddir at leggja doyin á, so Mikkjal ikki skuldi frætta um óskilið og seta knyklar í brýr.
Nú verða øll kort gjørd loftvegis og liggja teldutøk eftir ynski at arbeiða við.
Frá tí eg í 1965 kom til Lv, og til eg fór burtur í 1973, var einki beinleiðis deild­ar­býti á stovninum; men í dag­liga degnum sat Mikkjal Helmsdal, lands­verk­frøð­ingur, ovast og ráddi fyri tí mesta av Før­oya landi og honum undir lið, Niclas Andreasen, skriv­stovu­stjóri. Í havnagerðini vóru skift­andi verkfrøðingar, har Elith Larsen tó var øll árini. Og so tær tá alt ov fáu maskinurnar, sum lang­fara­maðurin, Hans Biskupstøð, verkfrøðingur, syrgdi fyri at halda í gongd, har mest stóð á. Eg skuldi eitast at standa fyri vegagerðini og helt, at eg eisini mátti seta meg inn í, hvussu kavagrevstur fór fram. Tískil fór eg eitt kavakvøld við niðan á Oyggj­arvegin, men sá einki fyri roki, og tá eg spurdi før­aran, um hann sá nakað, svaraði hann bara: “Nei, púrt einki; men eg trilvi meg fram við grevinum, tað plagar at ganga!” Eg skilti, at har hjálpti eingin verk­frøði og helt meg frá aftur at spyrja býtt.
Í fyrstuni høvdu grav­kýr­nar ikki hús, og sótu teir í øllum veðri í olju­klæð­­­­um og arbeiddu. Sum frá leið, tók giktin at plága, og John fekk starv sum húsa­­vørður á Lands­verk­­frøðings­skrivstovuni, eitt arbeiði, hann røkti so fyrimyndarliga, sum um hann ikki hevði tykist við annað. Afturat kendu rødd hansara í útvarpinum um koyrilíkindi syrgdi hann eisini fyri, at starvsfólkið við eini skemtiligari søgu hvønn morgum væl til passar fór til verka – ógloym­­­andi er frásøgnin um nakna hanan í Lamba.
Eg visti ikki, at John eftir frá­­faringaraldur í 2008 so knapp­liga hevði mist kon­­una, og tá hann, ein dagin, vit hit­tust, segði mær frá hesum, og vit høvdu prátað eina løtu, helt John spak­­mæltur fyri, at tað var honum kortini ein troyst at minn­ast árini, tey høvdu havt saman, og viðrákið, Ása, hann og øll teirra høvdu havt, áðrenn hetta bakkastið kom.
Mongum kundi verið at sagt frá um John og teir allar; men fari eg við hesum at takka bæði teimum farnu og tykkum, sum eftir eru, fyri góðu árini, vit vóru við í leikum, og vil eg saman við tykkum lýsa frið yvir minnið um starvsfelaga okkara, John Frits Weihe.
---------
Heini Olsen