John fer til Føroya Tele

John Syderbø er settur sum marknaðar- og produktstjóri á Føroya Tele.

 

John Syderbø er 40 ára gamal og útbúgvin cand.merc við sergrein innan marketing frá Aalborg Universitet í 2007. Hann hevur drúgvar royndir innan samskipan og leiðslu av stórum verkætlanum – bæði í Føroyum og Danmark. Harumframt hevur hann royndir sum sølu- og marknaðarstjóri í BankNordik. 

 

Sum marknaðar- og produktstjóri verður John Syderbø partur av leiðslubólkinum. Ábyrgdarøkini verða millum annað at tryggja, at Føroya Tele hevur bestu produktini og tænasturnar, og at umdømi og marknaðarføring ganga hond í hond og stuðla undir sølu og strategi hjá Føroya Tele.