Í fjør heyst flutti ein tann størsti profilurin í føroyskum fótbólti seinnu nógvu árini, John Petersen, til Danmarkar saman við familjuni. John boðaði samstundis frá, at hann nú gavst á landsliðnum. Um John fór at gera tað stóra við fótbóltin í Danmark, var ógreitt tá, men nú er so greitt, at skálamaðurin aftur fer at spæla á høgum støði.
Galdandi til í summar
Á tíðindafundi í Holstebro hósdagin almannakunngjørdi fótbóltsfelagið Holstebro Boldklub, sum vanliga bert verður rópt HB, føroyska framherjan sum nýggjasta limin í hópinum hjá felagnum.
John Petersen og Holstebro hava gjørt ein sáttmála, ið er galdandi fram til summarfrítíðina. Sjálvur býr John í Viborg, sum liggur einar 45 minuttir í bili frá Holstebro.
Holstebro spælir í 2. deild í Danmark, sum er triðfremsta deildin í donskum fótbólti, og felagið liggur í løtuni triðaftast í kappingini, so alt bendir á, at royndirnar hjá John skulu verða við til at hjálpa Holstebro at varðveita plássið í deildini.