Mánadagin 25. november vóru tað 90 ár síðani, at John Edvard Høj í Klaksvík varð føddur. Føðingardagin helt hann leygardagin saman við sínum næstu.
John arbeiddi í nógv ár hjá Kjølbro og seinni rak hann saman við soninum flakavirkið Norðurfisk í Árnafirði og uppaftur seinni Norðfra í Norðdepli.
Trúfesti, mildleiki, stillføri og lítillætni er tað, sum altíð hevur eyðkent John. Heima við hús, í arbeiði og ikki minst í samkomuni í Betesda, har hann alt sítt lív hevur havt sína dagligu gongd og verið virkin á so nógvum økjum.
Vøggan stóð niðanfyri Karlsá – á markinum millum gamla bóndabýlingin í Vági og Vágsheyg.
Mamman, Ebba, var bóndadóttur í Innistovu í Vági, og pápin, Jákup Adrian, var ættaður av Strondum. Hann var fiskimaður og arbeiddi seinni á Stongunum og á Kósini. John var einkarsonur teirra, Jákup Adrian og Ebbu, sum doyði longu miðskeiðis í fimmtiárunum.
Tá ið hann í 1946 var liðugur við realskúlan, fór John í arbeiði hjá J. F. Kjølbro. Fyrst var hann í handlinum á Stongunum, har tað vóru nógv starvsfólk, og har tað ýddi við lívi. Nógvu skipini og bátarnir hjá felagnum landaðu og avreiddu har, og tað var nógv samskifti við skipsmenn, útróðrarmenn, arbeiðsmenn og arbeiðskvinnur og húski teirra – bæði í Klaksvík og bygdunum í Norðoyggjum og eystursíðuni á Eysturoy, og av Stongunum var tað samband suður í høvuðsstaðin og út í stóru verð.
Eftir hesa góðu grundútbúgvingina undir leiðslu av Palla Marsten ella Havnar Palla, sum hann varð nevndur, flutti John síðst í fjørutiárunum niðan á høvuðsskrivstovuna hjá Kjølbro, har gamli Kjølbro og Ewald vóru í velmaktini. Tá ið John hevði verið har í eitt skifti, heitti felagið á hann um at fara oman á hermetikkvirkið at arbeiða. Hetta var við tí ætlan, at John skuldi verða fyristøðumaður. John tók við leiðsluni á hermetikkvirkinum í 1954. Framleiðslan var margfald og bar boð um, at tað snúði seg um at fáa meiri burtur úr enn bara at flyta feskan fisk av landinum.
Í sambandi við hermetikkframleiðsluna var John bæði í Svøríki og Norra og nam sær útbúgving.
Til jóla í 1965 varð Kósavirkið tikið í nýtslu, og John tók við leiðsluni. Hetta starvið røkti hann fyrimyndarliga í nógv ár, og at enda var hann nevndarlimur í felagnum.
Konu fann John úti í Brekkuni. Fía var dóttir Annu og Jógvan Isaksen, nevndur Billu Jógvan. Fía og John bygdu fyrst úti í Brekkuni, men so fluttu tey heim í barnaheim hansara, sum var karmur um familjulívið. Tey fingu Ebbu, Jógvan og Joan. Ebba býr í Havn, og Jógvan og Joan búgva í Klaksvík.
Í Betesda hevur John borið orðið fram í tað mesta av trimum fjórðingsøldum. Eitt nú var hann í mong ár sunnudagsskúlalærari, og saman við m. a. vinmanninum Jógvani Tróndheim hevði hann í nógv ár um vetrarnar eitt kvøld um vikuna bíbliutíma fyri skúlabørnum. Undirvísingin varð skipað við heimalestri og spurningum at svara. Hetta festi seg so væl, at tað framvegis rennur fram í hugan, tá ið teksturin úr eitt nú Apostlasøguni verður lisin.
John var ikki bara sunnudagsskúlalærari, men hann kendist at vera vinur og fyrimynd í lívi og verki. Onkuntíð bjóðaðu Fía og hann heim til nátturða, tá ið skeiðið var liðugt. Slíkar løtur í hugnaliga heima teirra standa framvegis ristar í minnið.
Nú eru nøkur ár síðani, at Fía andaðist, eftir at hon í fleiri ár hevði drigist við herviliga sjúku. John fann seinni saman við grannakonuni, Ásu, og tey njóta lívið saman í lívsins vesturskini. At John framvegis er byrgur og væl fyri sæst eitt nú aftur í, at hann enn røkir hummararúsurnar í Árnafirði.
Góði John. Hjartaliga til lukku við 90 ára føðingardegnum og takk fyri alt gott.
Jóannes Hansen