John Havn fekk triðja plássið

Føroyameistarin í egning, John Havn, var um vikuskiftið og tók lut í HM kappingini í egning í býnum Kjøllefjord í norður Noregi.

Fyrrverandi heimsmeistarin megnaði tó ikki at endurtaka bragdið frá 2005, tí hann endaði á triðja plássi. Heimsmeistari gjørdist norðmaðurin, Kjelle Ovesen, úr Gravdal í Lofoten.

Kappingin í Noregi varð tó ikki líka skipað, sum kappingin í Føroyum í 2005 var. Munurin millum kappingina í Føroyum og Noregi var, at í Noreg vóru engdir 50 húkar ímóti 100 húkum í Føroyum, meðan teymarnar í Noregi vóru úr klønum nylon.