Tað váttar fyrrverandi landsliðsframherjin.
Tað stóð honum í boðið at loysa Sigfríð Clementsen av, tá hann varð sagdur úr starvi síðsta summar. John Petersen helt hinvegin ikki, at tíðin var búgvin. Allan Mørkøre tók við sum venjari tá.
John Petersen var eisini nevndur sum ein møguleiki undan kappingarbyrjan í 2009, tá Mikkjal Thomassen varð settur.
- Nú byrjar eitt nýtt kappingarár, og eg og Mikkjal kunnu í størri mun gera okkara ávirkan galdandi, sigur John Petersen.
John Petersen stóð seg væl sum spælari í B36. Hann skeyt 162 mál í 184 dystum fyri felagið, sambært faroesoccer.com.