John Malkovich starvast á donskum palli

Amerikumaðurin og kendi filmssjónleikarin John Malkovich hevur fiingið starv í Danmark.

Komandi ár ber til at síggja hollywoodstjørnuna John Malkovich á palli í Aarhus, har hann skal spæla drápsmaður.

 

Stjórin í Musikhuset sigur við danskar miðlar, at hann fegnast um, at hetta er komið í lag.

 

Malkovich skal spæla Jack Unterweger, ið dárar kvinnur fyri síðani at taka lív teirra.

 

Hann hevur høvuðsleilutin í leikinum The Infernal Comedy, ið byggir á sanna søgu um Jack Unterweger. Leikurin hevur síðani 2008 verið á palli í USA og kring heimin, og í januar komandi ár er frumframførsla í Aarhus.