John og Amstetten endaðu fótbóltsárið við einum tapi

Tað gjørdist talan um greitt tap hjá SKU Amstetten á útivølli í kvøld

John Frederiksen og liðfelagarnir í SKU Amstetten spældu í kvøld seinasta dystin í næstbestu eysturríksku fótbóltsdeildini í 2021.

 

Amstetten tapti greitt 0-3 fyri Floridsdorfer á útivølli. John kom á vøllin tá 64 minuttir vóru farnir av dystinum. Tá John kom á vøllin var støðan 2-0 til Floridsdorfer.

 

Komandi dystur hjá Amstetten í næstbestu eysturríksku fótbóltsdeildini verður spældur á heimavølli 18. februar í 2022, tá Donbirn kemur á vitjan.

 

Amstetten liggur á fjórða plássi í deildini við 30 stigum fyri 16 dystir. Átta stig eru upp til oddaliðið, Lustenau sum hevur 38 stig.

 

John Frederiksen hevur skotið fýra mál í 16 dystum fyri Amstetten hetta kappingarárið.