##med2##
- Hetta er ljótt, viðgongur landsliðsvenjarin hjá kvinnulandsliðnum, John Petersen aftaná 0-13 mettapið móti Noregi í EM-undankappingardystinum á Tórsvølli í kvøld.
Gamla metið var 0-11 móti Týsklandi á útivølli í HM-undankappingini fyri tveimum árum síðani.
John Petersen vónar og væntar, at venjingarstøðan verður betri til teir fimm dystirnar føroyska kvinnulandsliðið fer at spæla í EM-undankappingini í 2020.
Komandi dysturin verður móti Wales á útivølli 10. apríl komandi ár. Wales vann 1-0 á Hvítarusslandi á útivølli í kvøld.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra stuttu samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við John Petersen aftaná mettapið.
Støðan:
Nr. | |||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | Noreg | 3 dystir | 3 | 0 | 0 | 26:1 | 9 stig | ||
2. | Wales | 3 | 2 | 1 | 0 | 9:2 | 7 | ||
3. | Hvítarussland | 3 | 1 | 0 | 2 | 7:8 | 3 | ||
4. | Norðurírland | 2 | 0 | 1 | 1 | 2:8 | 1 | ||
5. | FØROYAR | 3 dystir | 0 | 0 | 3 | 0:25 | 0 stig |