John Rødgaard er føroyameistari

Ósáskúlin í Klaksvík var á hvítuunnu karmur um størsta talvtiltakið í hesum árinum, tá tveir av Føroya bestu telvarum, Heini Olsen og John Rødgaard, settust niður at telva um sjálvt heitið »Føroyameistari«

Finnbjørn Vang

Myndir: Jan Müller


Tá árliga einstaklingakappingin varð hildin á páskum, vildi tað soleiðis til, at John Rødgaard og Heini O. endaðu javnt fremstir við sjey stigum av níggju møguligum. Sambært lógum Talvsambandsins skal Føroyameistarin ikki finnast uppá mótstøðustig, (korrektion, samanteljing av stigum mótstøðumenninir hava fingið), og tí mátti umdystur til. Her skal tó viðmerkjast, at um umdysturin eisini endar javnur, verða mótstøðustigini nýtt, og her hevði John betri mótstøðustig.

Skjøtil varð settur á fríggjadagin 20. mai kl. 15.00, og løgdu báðir telvararnir varliga fyri. Skilligt var, at hvørgin vildi tapa fyrsta talvið, ið hevur ómetaliga stóran sálarligan týdning. John hevði hvíta fólkið eftir lutakastið, ið Petur Hans Poulsen, ið var dómari allar dagarnar, stóð fyri. John, ið helst var troyttur eftir longu ferðina við tyrluni av Tvøroyri, telvaði ein varligan variant í Kongaindiskum og fekk talvið heldur tíðliga ein remiskendan dám. Tá ið teir høvdu telvað í góðar tríggjar tímar, var støðan púra jøvn og samdust teir um remis.

Hvítusunnuaftan kl. 14 byrjaði næsta talvið. Hesa ferð við Heina Olsen sum hvítur. Byrjanin í hesum talvinum var slavisk, sum tó ikki megnaði at skapa tann heilt stóra spenningin, og endaði næsta talvið eisini javnt. Í sambandi við umdystin varð hvítusunnuaftan eisini skipað fyri almennari snarkapping. Við í kappingini vóru 13 luttakarar, og var endaliga úrslitið av henni, at Finnbjørn Vang vann við 12 stigum av 13 møguligum, nummar tvey varð Rani Nolsøe við 11,5 stigum og nummar trý gjørdist Ólavur Simonsen við 10,5 stigum. Steyp vóru til 1-3 og læt TSF steypini. Hvítusunnudag skuldi triðja talvið so byrja og var spenningur millum manna um, hvørt John við hvíta fólkinum fór at royna at avgera dystin, áðrenn seinasta umfar, ella Heini fór at gera okkurt óvæntað við svarta fólkinum. Byrjanin var tann sama sum í fyrsta talvinum, Kongaindiskt. Talvið var heldur ikki serliga vilt hesaferð, varligt og javnt, men tó. Áðrenn teir báðir komu í tíðarneyð, samdust teir enn einaferð um remis. Aftan á talvið vísti tað seg, at um John hevði telvað víðari, hevði hann havt góðar møguleikar at vunnið talvið, men góðir tríggir tímar og stórt trýst hevur óivað havt sína ávirkan á, at báðir samdust um remis. So spenningurin helt sær til seinasta talv, har Heini væntandi fór at telva vilt og satsa alt.

2. hvítusunnudagur er sum altíð sera friðarligur og siðiligur, men inni í Ósáskúlanum kl. 14.00 var støðan alt annað enn friðarlig. Heini hevði í seinasta talvinum við hvítum valt at telva eina garvilla byrjan, so nústaðni kom spennandi talvið, sum øll høvdu bíðað eftir. Byrjanin var slavisk, men hesa ferð valdi Heini at lata eina finnu fyri spæl, og sá tað út til at eydnast. Talvið gjørdist uttan iva tað mest spennandi í umdystinum og var spenningurin øgiligur líka til síðsta leik.

Meðan umdysturin fór fram, var møguleiki at fáa eina skilliga frágreiðing um talvið og ymiskar møguleikar hjá svørtum og hvítum frá Rana Nolsøe, ið gjørdist Føroyameistari í 1997. Rani hevur framúr góð evni at greiða frá og var sera væl upplagdur allar dagarnar og sostatt fekk hann meiri spenning í.

Tað var ein øgilig tuskan aftur og fram millum talvið og analysurúmið líka til síðsta leik, tá teir endiliga samdust um remis. Ein vælupplagdur John Rødgaard og onkur lítið óneyvleiki høvdu við sær, at villa støðan fjaraði út í eina javna støðu. Sostatt kundi John kalla seg fyri Føroyameistara.

Hetta var fyrstu ferð, at John yvirhøvur hevur luttikið í Føroyameistaraskapinum fyri einstaklingar, og má tað sigast at vera sera flott klárað. Heini kundi blivið Føroyameistari fyri fimtu ferð, men soleiðis skuldi tað ikki verða. Heini er tó enn tann, sum hevur vunnið flest FM-heiti fyri einstaklingar í nýggjari tíð.

Eftir at talvið var liðugt, segði Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík, nøkur orð og handaði teimum virðislønirnar, ið Klaksvíkar Býráð hevði latið. John Rødgaard fekk sum meistari 6.000 kr. og Heini fekk 4.000 kr.

Jógvani við Keldu var eisini latið í hendi at kunngera talvlandsliðið, ið fer til Kalmykien í september. Teir úttiknir vóru: John Rødgaard, Heini Olsen, John Arni Nilssen, Jens Chr. Hanse, Rani Nolsøe og Rógvi W. Rasmussen.

Sum heild eitt væleydnað tiltak, ið helst ikki hevði verið so gott uttan stuðul frá Klaksvíkar Býráð, Norðoya Sparikassa, Shell, Føroya Bjór og Klaksvíkar Talvfelag.