John?s Resturant latin aftur

Fyrrverandi matstovueigarin, John Arne Nilsestuen, sigur, at talið av vitjandi hevur verið minkandi allan vetur, og serliga síðan Runavíkar býráð avgjørdi ikki at geva Kenneth Rasmussen dansi-og skeinkiloyvi, kom rættiligur stígur í. - Tað virkaði, sum um fólk fóru í protest og vildu heldur ikki vitja okkum, tá ið avgerðin í býráðnum fyril

Matstovur

John?s Resturant, sum hevur rikið matstovuvirksemi í Saltangará seinasta hálvt fimta árið, er nú latið aftur.
John Arne Nilsestuen, sum rak resturatónina, snaraði lyklinum fyri seinastu ferð, 26. apríl.
Hann sigur, at talið av vitjandi hevur verið minkandi allan vetur, og serliga síðan Runavíkar býráð avgjørdi ikki at geva Kenneth Rasmussen dansi-og skeinkiloyvi, kom rættiligur stígur í.
- Tað virkaði, sum um fólk fóru í protest og vildu heldur ikki vitja okkum, tá ið avgerðin í býráðnum fyrilá.
John Arne vísir á, at fólk tosa um, at einki er í kommununi.
- Men ein trupulleiki er, at nógv heldur velja at fara til Havnar at fáa sær ein bita enn at seta seg niður her í økinum. Hví so er, dugi eg ikki at siga.
Fyrrverandi matstovueigarin er harmur um, at virksemið hjá honum skuldi halda uppat.
- Men her var sum frá leið alt ov lítið at gera.
John Arne vísir á, at heldur ikki fyri jól, tá ið fólk fóru út at eta frokost saman, var nakar áhugi fyri John?s Resturant.
- Vit høvdu snøgt sagt einki at gera og fingu einki burtur úr jólafrokostunum.
John?s Resturant hevði annars skeinkiloyvi, sum John Arne nú hevur latið frá sær, tí tað gekk út.
- Hevði eg søkt um framhald, hevði eg fingið loyvi til tess, men tað gjørdi eg ikki, tí undirtøkan fyri virkseminum í Saltangará var alt ov lítil.
Spurdur, um hann hevur ætlanir um at byrja onkra aðrastaðni, sigur John Arne:
- Tað er ilt at siga, men tað verður so ikki fyribils, sigur John Arne Nilsestuen at enda.