John Terry sleppur í feriu

Venjarin hjá Chelsea, Carlo Ancelotti er til reiðar geva verjuspælaranum, John Terry frí nakrar dagar, so hann kann rudda upp í sínum privatlívi. John Terry hevur verið ótrúgvur, og tað hevur skapt nógvar yvirskriftir í tí litríku ensku pressuni. Nógv verður kjakast í Onglandi, um John Terry skal sleppa at halda fram, sum liðskipari á tí enska fótbóltslandsliðnum. John Terry skal hava ein fund við enska landsliðsvenjaran, Fabio Capello seinni í hesi vikuni. - Um John Terry hevur tørv á einari feriu, so fær hann frí. Um hann ikki hevur tørv á feriu, so spælir hann ímóti Cardiff, sigur Carlo Ancelotti við SkySports