John vann eina X-Box

Herfyri skipaði Javni saman við frítíðarklubbanum og M?as Blues Band fyri hugnatiltaki í gongugøtuni í Havn

Í samband við ?langan leygardag? í Havn, skipaði Javni fyri hugnatiltaki í gongugøtuni.
               Tiltøkini hjá Javna eru altíð nakað fyri seg, og tey duga so sera væl at fáa fólk í góðum hýri.
               Henda dagin var møguleiki at fylla eitt spurnarblað út, har tey, sum svaraðu rætt, kundu vera við í lutakasti um ein X-box.
               Hepni vinnarin varð 18 ára gamli John Joensen úr Skúgvi. Hann býr í sambýlinum í Stoffalág. Hann starvast í útibólkinum, sum eitt nú fríðkar um uttan fyri økini hjá ymisku stovnunum undir serforsorgini.
               John er óførur arbeiðsmaður og hevur góðan arbeiðshug. Hann er heppin, tí hann hevur nakað at fara upp til hvønn morgun.
               Men tíverri eru tað fleiri við menningartarni, sum ikki sleppa at gera samfelagsnyttu, rætt og slætt tí, at arbeiðsmarknaðurin ikki hevur sæð, hvussu ógvuliga stórt tilfeingi vit eiga, júst í hesum fólkum.