Johnny Madsen tekur fyrsta pláss frá Graham

Laukas Graham hevur longi havt 1. pláss á donskum hittlistum, men nú hevur garvaði Johnny Madsen tikið plássið.

Eftir 15 vikur á fyrsta plássinum á sonevnda Blá Album listanum, er Lukas Graham skumpaður til síðis av garvaðum blues veterani, nevniliga Johnny Madsen.

 

Madsen hevur á síðstu útgávuni samstarvað við Chief 1. Útgávan nevnist Godt Nyt.

 

Og fyri Madsen eru hetta óivað góð tíðindi, tí Lukas Graham hevur í heilar 15 vikur átt fyrsta plássið, so eitt sindur skuldi til at yvurhála stjørnuskotið. sum brátt verður at síggja á føroyskum palli.