Illoyalitetur er ein av orsøkunum til, at Johnny í Grótinum, stjóri í Kringvarpinum, í dag hevur givið Liljan Weihe ætlanarskriv um uppsøgn.
- Eg havi onga viðmerking yvirhøvur, meðan hoyringstíðin er. Tað kann hugsast, at eg viðmerki støðuna aftaná tað, sigur Johnny í Grótinum, stjóri í Kringvarpinum.
Hann sigur somuleiðis, at ongar aðrar uppsagnir eru ávegis í Kringvarpinum.
Les eisini: Orrusta í Kringvarpinum: Hetta skrivaði VikuskftisSosialurin
- Um so er, at man ger álvara av uppsøgnini, so verður starvið sum tíðindaleiðari lýst leyst, sigur Johnny í Grótinum.
Les eisini: Johnny givið Liljan Weihe ætlanarskriv um uppsøgn
Hann vil einki siga um, hvussu hesi tíðindini í dag ávirka arbeiðslagi í Kringvarpinum.