Á útlendskum heimasíðum liggur ein lítil filmur, har bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson og ukrainski forsetin, Volodmyr Zelenskyj, ganga í gøtunum í Kyiv í dag.

Johnson og Zelenskyj gongutúr í Kyiv

- Tað er orsakað av óvikandi leiðsluni hjá Volodmyr Zelenskyj og hetjudirvinum og reystleikanum hjá ukrainska fólkinum, at andstyggiligu málini hjá Vladimir Putin eru forpurrað, sigur Boris Johnson.

 

Á útlendskum heimasíðum liggur ein lítil filmur, har bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson og ukrainski forsetin, Volodmyr Zelenskyj, ganga í gøtunum í Kyiv í dag.

Ukrainski forsetin hevur havt týðandi fólk á vitjan í Kyiv, bæði í dag og í gjár. Fyrr í dag hevur eysturríkski forsætisráðharrin, Karl Nehammer, verið á vitjan, og í gjár var forsetin í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, eisini í Kyiv.

 

Seinni í dag hava Volodmyr Zelenskyj og bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, gingið í gøtunum í ukrainska høvuðsstaðnum, og teir hava eisini fundast, har Bretland hevur givið Ukraina lyfti um góðan stuðul í stríðnum móti Russlandi.

 

Tað var ukrainska sendistovan í Bretlandi, sum í dag bar tíðindini um vitjanina hjá bretska forsætisráðharranum, men av trygdarávum varð vitjanin ikki alment fráboðað frammanundan.

 

Í Downing Street verður sagt, at endamálið við vitjanini hjá Boris Johnson í Kyiv er at vísa Ukraina stuðul, umframt at leiðararnir báðir eisini snakkaðu saman um langsiktaðan stuðul til endurbygging av krígsherjaða landinum.

 

Sambært útsagnum úr Downing Street hevur Boris Johnson sagt, at tað var eitt "privilegium" at hitta ukrainska forsetan, Volodmyr Zelenskyj, andlit til andlits.

 

- Ukraina hevur ímóti øllum sannlíkindum megnað at trýst russisku herdeildirnar úr Kyiv-økinum, og hetta er størsta bragd í hesi øldini, sigur bretski forsætisráðharrin.

 

Hann sigur, at hann á fundi við ukrainska forsetan gjørdi greitt, at Bretland stendur undir liðini á Ukraina í krígnum, eins og Bretland eisini vil verða við Ukraina í framtíðini.

 

Undir vitjanini í Kyiv duldi Boris Johnson ikki fyri, hvat hann heldur um krígsførsluna hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, ímóti grannalandinum, Ukraina.

 

- Tað er orsakað av óvikandi leiðsluni hjá Volodmyr Zelenskyj og hetjudirvinum og reystleikanum hjá ukrainska fólkinum, at andstyggiligu málini hjá Vladimir Putin eru forpurrað, segði forsætisráðharrin.

 

Hann legði aftrat, at tað, sum russiski forsetin hevur gjørt í ukrainsku býunum, sum eitt nú Butsja og Irpin, er krígsbrotsverk, sum altíð fara at vera ein blettur fyri forsetan og hansara stjórn í Russlandi.

 

 

 

Á útlendskum heimasíðum liggur ein lítil filmur, har bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson og ukrainski forsetin, Volodmyr Zelenskyj, ganga í gøtunum í Kyiv í dag.