Forsetin í Liberia, Ellen Johnson-Sirleaf, er á odda, nú myndugleikarnir telja atkvøðurnar frá forsetavalinum. Sambært valnevndini hevur hon fingið 44,5 prosent av teimum atkvøðunum, sum eru kannaðar. Hennara harðasti kappingarneyti, Winston Tubman, hevur sambært nevndini fingið 26,5 prosent higartil.
Valnevndarformaðurin, James Fromayah, sigur við Reuters, at enn hevur nevndin bara kannað 200.000 atkvøður. 1,8 millión fólk hava skrásett seg sum veljarar.
Reglurnar í Liberia siga, at fær einki valevni meiri enn 50 prosent av atkvøðunum, verður umval í næsta mánað millum tey bæði, sum fáa flestar arkvøður hesaferð.
Ellen Johnson-Sirleaf hevur júst fingið ársins Nobel-friðarheiðursløn saman við tveimum øðrum kvinnum.