Tað var týðuligt í tinginum í gjár, at tað kom óvart á tingmenn Sambandsfloksins, at løgmaður so brádliga skrivaði út val. Eingin teirr sást beinleiðis fagna avgerðini, heldur tvørtur ímóti tyktust fleiri bíta á kampi.
Men tað er ikki hissini stríð, ið nú hevur tikið seg upp í Sambandsflokkinum. Edmund Joensen boðaði alment frá av landsins hægsta stað, løgtingsins røðarapalli, at hann sítt egna bakland ímóti sær. Hann segði, at sambandsfelagið í Eysturoynni ikki vildi hava hann aftur sum floksformann.
Hóast eingin av sambandstingmonnunum vildi siga nakað beinleiðis um málið, so frætti Sosialurin, at valfeløgini hjá Sambandsflokkinum høvdu fund týsdagin. Á hesum fundi var ein meiriluti, sum vildi styðja Johannes Martin Olsen, fyrrverandi løgtingsmann av Strondum og fyrrverandi fólkatingsmann, sum nýggja formann Sambandsfloksins.
Jóhannes Martin Olsen sat á tingi árini 1970 til 1988, tá hann mátti lúta fyri Edmundi Joensen, sum tá varð valdur á ting á fyrsta sinni. Johs. M. Olsen hevur sitið sum varamaður á fólkatingi fyri Paula Ellefsen frá 1981-85 og fyri Edmund Joensen frá 1991-94. Við fólkatingsvalið í 1994 restaði Johs. M. Olsen 30 atkvøður í at vinna á Edmundi Joensen. Hesaferð vantaði honum 58 atkvøður í at gerast nummar eitt á sambandslistanum.
Sum Sosialurin skilir støðuna, verður Johannes Martin Olsen valdur til formann Sambandsfloksin leygardagin, og harvið verður hann løgmansvalevni Sambandsfloksins.