Jól í Ørkini saman við familjuni

- Mítt størsta jólaynski er friður og kærleiki, og at vit í 2024 fara at hugsa meira um at hjálpa teimum mongu, sum eru rakt av kríggi og fátækradømi. 

 

Hvar verða jólini hildin í ár?   

- Jólini verða hildin á Hotel Ørkini í Reykjavík saman við konu og okkara trimum synum. Tey verða øll her yviri til 28. desember. 

 

Hvat verður á borðinum jólaaftan? 

- Vit hava ikki gjørt av um, eg geri ein góðan jóladøgurða, ella um vit fara á eina matstovu í Reykjavík. Men, vit hava ætlanir um at byrja dagin antin í Sky Lagoon ella Bláa Lóni, sum júst er latið uppaftur. 

 

Soleiðis segði Rúni Klein Joensen, tá vit fættu frá honum fyrr í hesi vikuni. Hann legði aftrat, at jólini annars verða hildin sum vanligt heima í Føroyum.

- Vit byrja klokkan 18 við jólagudstænastu í Hallgrímskirkjuni her í Reykjavík, og síðani verður tað ein góður døgurði við øllum tilhoyri. 

Jólaevangeliið verður lisið, dansað verður um jólatræ, og jólapakkarnir verða latnir upp.

- Síðan verða onkur borðspøl og kaffi við onkrum søtum aftur við.

Hevur tú eitt jólaynski? 

- Mítt størsta jólaynski er friður og kærleiki, og at vit í 2024 fara at hugsa meira um at hjálpa teimum mongu, sum eru rakt av kríggi og fátækradømi. 

Rúni Klein Joensen sigur, at sjálvandi er tað eisini hansara jólaynski, at øll tey nærmastu bæði mennast og trívast.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg? 

- Jólini hava stóran týdning – at vit hava tíð at steðga á, og at familjur savnast fysiskt. Allar størstur er týdningurin av tí størstu gávuni, sum er givin okkum menniskjum, og sum eisini er orsøkin til, at vit halda jól, sigur Rúni Klein Joensen.