Jólaaftan við kulda og reinsdjórakjøti

Hallstein Sigurðsson starvast nú hjá Telepost í Nuuk í Grønlandi

Hallstein Sigurðsson hevur drúgvar royndir innan post og útberingarøkið.

 

Fyrst starvaðist hann í mong ár í tí almenna stovninum, Postverk Føroya. Síðani bygdi hann privatu útberingina hjá Prentmiðstøðuni upp. Eftir hetta starvaðist Hallstein eitt styttri tíðarskeið hjá tí almennu fyritøkuni, Posta.

 

Drúgvu arbeiðsroyndirnar innan post og útbering hava ført Hallstein til grønlendska høvuðsstaðin, Nuuk, har hann er í leiðsluni fyri útberingina.

 

Undir myndini er ein samrøða við Hallstein Sigurðsson, sum fer at halda jólaaftan einsamallur, har matarskráin verður gott grønlendskt reinsdjórakjøt. Tað er kalt og fleiri kuldastig í Nuuk, og øll tey mongu brøvini til jólamannin geva nakað av eykaarbeiði til Hallstein og starvsfelagarnar í Posttele í Nuuk.