Jólabygdin á Sandi verður tendrað á Ljósafløtti í morgin, sunnudagin klokkan 17.
Jákup Reinert Hansen, prestur, fer at siga nøkur orð.
Her verður felagssangur, og børnini í barnagarðinum fara eisini at syngja tveir sangir.
Jólamenn koma inn á økið og fara at bjóða karamellur.
Eftir tiltakið, har jólabygdin er tendrað, bjóðar Sands kommuna kakao, sunkist og bollar í hølunum hjá kommununi.
Anna Horn fer eisini at siga eina fitta jólasøgu.
- Øll eru hjartaliga vælkomið til jólatiltakið, bæði nær og fjar, siga tey í Sands kommunu.