Nú tað er farið av trettanda, eru teir báðir jólabýirnir í Tórshavn burturbeindir.
Trettandi dagur jóla, sum er sætta januar, plagdi at vera gamalt at taka jólapyntið niður og jólatrøini út.
Tað hevur sjálvandi eisini verið siður tey nógvu seinnu árini at beina jólatrøini í nýggjársbálið. Í summum bygdum var tó bíðað til 20. dag jóla, sum er 13. januar, at beia jólapyntið burtur.
Tað hevur verið serliga harðført, serliga hjá mongu jólatrøunum, at staðið loddrøtt í nógvu stormunum, sum hava verið serliga í desember, og tí hevur verið neyðugt at taka ótraditionellar metodur í brúk.
Men líkamikið, so hava jólatrøini yvirlivað.
Nú jólabýirnir eru burturbeindir, gongur helst ikki long tíð, fyrr enn restin av jólapyntinum eisini fer sama veg - og so er hugnaliga jolatíðin av álvara av.