Jólahugni í Viðarlundini sunnudagin

Nú sunnudagin 7. desember, frá kl. 14 til 16 skipar Lions í Tórshavn fyri jólahugna í Viðarlundini. Tiltakið fer fram sunnanvert Hvíldarheimið.


Hesa løtuna verður høvi hjá vitjandi at keypa jólaprýði, og annars tilfar og føtur úr viðabulum til jólaprýði. Hetta er tilfar, sum Skógrøkt Landsins letur burtur úr bulum, sum ruddaðir eru úr plantasjuni og aðrastaðir. Pinnabrenni verður eisini at fáa - alt til bíligan pening.


Kakaomunnur fæst til keyps

Hetta afturvendandi tiltak hjá Lions, hevur nú í fleiri ár savnað fitt av fólki saman í plantasjuni. Her hava foreldur við børnum og onnur vitjað í fittliga stórum tali, har høvi eisini hevur verið at keypa sær ein heitan kakaomunn við bollum ella vaflum afturvið, og jólamenn hava spákað runt og handað børnum tinganest.

Havnar Hornorkestur fer, sum árini frammanundan, at spæla hugnalig jólaløg.

Um veðrið annars verður til vildar, kunnu ung og gomul aftur í ár fáa eina hugnaliga løtu í Viðarlundini nú sunnudagin, frá klokkan tvey til fýra.