Jólamerki at fáa mánadagin

Eins og undanfarin ár, koma aftur í ár jólamerki út í november mánaði, sigur Postverkið.

 

Avlopið av søluni verður latið tilymisk tiltøk, ið eru til frama fyri børn, ung, brekað og onnur samfelagslig endamál.

Samlaða avlopið hesi 20 árini hevur verið umleiði 15,5 milliónur krónur. Flestu merkini verða seld útlendskum savnarum, og bert eini 8% verða keypt av føroyingum í Føroyum.

Frímerkjadeildin ehvur í ár prentað ein serstakan faldara til savnarar kring allan heimin og í Føroyum, ið nágreiniliga sigur frá, hvat tey ymsu tingiini á arkinum avmynda og vórðu brúkt til.

Jóalmerkini í ár hevur Edward Fuglø teknað, og lagt til rættis saman við honum hevur Repro Sett.

Frímerkjadeildin vónar, at sølan í Føroyum fer at vaksa, og at fólk fara at keypa jólamerkini og ogna sær faldaran, ið fylgir við, tá tey keypa jólamerkini.

Postverkið boðar frá, at jólamerkini verða at fáa á øllum posthúsum í Føroyum frá 3. november

Frá mánadegi fáast eisini tann ssnotuliga Árbókin og ársmappan. Tær eru væl egnaðar sum jólagávur og kunnu bíleggjast á Frímerkjadeildini ella keypast á posthúsum kring landið.