Jólamóti í Miðbýnum

.

Afturvendandi tiltakið, sum handlar og hárfríðkannarstovurnar í Miðbýnum í Havn hava tvær ferðir árliga, var í Havnar Klubba herfyri.

Tað vóru handlarnir United Colors of Benetton, 29, Línbúðin, Mótaskálin, Skálabúðin, Siri og Hon og Hann, Kjallarin, Seytjan, Vogue og Wrangler Shop sum sýndu tann seinasta klædnamótan fram nú upp undir jól.

Fótbúni klæddi føturnar, og Niels L. Arge vísti skreytlutir at heingja upp á seg.

Tað var fyri tað mesta konufólkaklæðir, víst vórðu fram. Men heilt sørir vóru menninir kortini ikki.

Handilin Hon og Hann hevði eisini nakað av mannfólkaklæðum við.

Seld vórðu 180 atgongumerki, og nógv vóru, sum ætlaðu sær við, men sum ikki pláss var fyri.

Kostnaðurin fyri atgongumerkini var 50 krónur. Í prísin var roknað kaffi og smákøkur og so tað showið, sum umframt sjálva mótasýningina var í steðginum.

Har vístu hárstovurnar, hjá Tótu og Ásu fram hármóta.