Jólasølan á Verkstaðnum á Brekku

Í dag er árliga jólasølan á Verkstaðnum á Brekku við hópin av góðum og hegnisliga gjørdum lutum.

 

Hugflogið er stórt, og ymiskleikin har eftir, so væl ber til at keypa eina fitta og lagaliga jólagávu.

 

Longu klokkan 10, tá ið latið varð upp, vóru hópin av fólki. Ofta tekur tað ikki langa tíð, til lítið er eftir at velja í.

 

Til ber eisini at fáa ein góðan drekkamunn og eitt gott prát.