Jólatræið á Vaglinum tendrar 29. november

Jólatræið á Vaglinum í Havn verður tendrað 29. november kl 15.30.

Jólatræið á Vaglinum verður tendrað 29. november kl 15.30. Tað er Visit Tórshavn, sum aftur í ár samskipar átakið Jól í Miðbýnum. Eftir at jólatræið á Vaglinum er tendrað, verða hini jólatrøini í Tórshavnar kommunu tendrað, skráin verður lýst seinni.  Tað skrivar torshavn.fo.




Aftur í ár koma jólamennirnir á vitjan og við góðari hjálp frá børnunum á Vaglinum fara teir at tendra jólatræið. Jólatræið er aftur í ár ein gáva úr Reykjavík, og í sambandi við at jólatræið verður tendrað tann 29. november, vitjar Sóley Tómasdóttir, býráðslimur í Reykjavík.




Tiltakið Barnajól verður leygardagin 6. desember. Hetta er eitt tiltak, sum Margarinfabrikkin skipar fyri. Hetta fara vit eisini at hoyra meira um sum frálíður.




Leygardagin 13. desember kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við øllum jólamonnunum, sum bara gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum.




Jólabýurin letur uppaftur í ár. Hurðarnar vera ólæstar, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið og síggja jólaprýddu smátturnar. Eisini koma jólamenn í býin á rossabaki. Hetta verður sunnudagin 21. desember.



Aftrat hesum kann nevnast, at jólavikuna, tað vil siga seinastu vikuna áðrenn jólaaftan, hava handlar í býnum leingi opið, ein rúgva av jólatónleiki verður í býnum og sjálvandi eisini jólamenn við karamellum. Somuleiðis vera sølubásar í Tinghúsgarðinum, har møguligt verður at keypa sær kakao og annað gott.