Í ár varð skrivað søgu, við tað at hetta er fyrsta ferð alment er tendrað jólatræ í Ánunum. Jólatræ hevur verið reist í Ánunum í mong ár, men í ár er so fyrsta ferð alment er savnast til eitt hald og tendra ljósið saman við Hornorkestri og røðara.
Í Edmundstrøð munnu búgva út móti 50 fólk, so hetta er ein nýggj bygd í Ánunum. Tí varð avrátt at gera eitt jólahald við træið, har Gunvá við Keldu, býráðslimur helt røðu og Klaksvíkar hornorkestur spældi, har omanfyri 50 fólk møttu. Eftir haldið varð boðið kaffi og kakur.
Niðanfyri verður røðan hjá Gunvá við Keldu, býráðslimi endurgivin, sum hon helt við jólatræið í Ánunum í gjár:
Góðu ánabúgvar, klaksvíkingar og gestir, og ikki minst øll fittu børnini, sum her eru savnað!
Tað er altíð ein serligur hátíðardámur, tá ið jólini nærkast og jólatrøini kring landið verða tendra.
Í ár skriva vit søgu, við at hetta er fyrstu ferð vit alment tendra jólatræ í Ánunum. Tað eru ikki so mong ár síðani, jólatræ á fyrsta sinni varð reist í Ánunum og í ár er so fyrstu ferð vit alment kunnu savnast, til eitt hald og tendra ljósið í felag.
Tað verður sagt um Ánirnar, at navnið stavar frá mongu áunum ið renna her, og er tí uppkallað eftir hesum. Tosaði við ein ánamannin Heina Mohr, sum fortaldi mær eina aðra søgu um upprunan av navninum.
Tá ið tingstaðurin var á Køtlum, komu reiðmenn ymsastaðni frá á hestbaki. Tá ið teir komu higar, bundu teir hestarnar, áðrenn teir fóru til gongu niðan á Katlar. Tit kenna hetta kanska aftur frá kovboyfilmum, tað træið sum liggur vanrætt, har man bindur hestin í, hetta verður kallað ein „án“. Tí verður eisini sagt, at navnið kemur av hesum.
Símun Hansen skrivar í „Tey byggja land“, at Ánir er gamalt staðarnavn, tað er nevnt longu í 1657, kortini ikki sum bústaður, men av tí at nakrir seyðatjóvar høvdu verið uppá spæl har og stolið 6 ær og 3 lomb í Ánum.
Á sumri í 1840 flytir Johannes Eriksen inn í Ánirnar frá Strond, og gjørdist tískil fyrsti ánabúgvi. Við sær hevði hann konuna Margrethe, synirnar Jacob Erik og Joen, eisini tænastufólkini Súsannu Mariu og Simon Thomas. Karolina, ella Linga, sum hon varð nevnd, og sum nøkur av okkum minnast, skal hava sagt, at fyrstu ferð tað reyk í Ánunum, var 25. oktober 1840, tann dagin pápi hennara Mikkjal á Skálatoftum varð føddur.
Ígjøgnum árini hevur verið ymiskt hvussu nógv fólk hava búleikast her. Fara vit knapt hundrað ár aftur, til 1925, so síggja vit at her búgva 46 fólk. Síðani minkaði talið so líðandi, men so aftur í 2009 og frameftir er bygdin aftur vaksin, so at vit í dag eru ein hampuliga stór føroysk bygd, við áleið 50 íbúgvum.
Her er gott at vera, eisini nú so nógv verður tosað um alheimsgerð. Vit kunnu siga, at vit liva í einum altjóða øki. Vit hava eina stórhavn, Norðhavnina, har mong skip koma og fara, og har fleiri túsund ferðafólk koma ígjøgnum hvørt ár. Vit liva eisini beint uppat Schengenøki. So ikki kann sigast annað, enn vit eru alheimsgjørd, vit ánabúgvar!
Tað er neyvan nakað, sum hevur størri ávirkan á børn og vaksin enn sæla jólatíðin, sum er so hugnalig.
Vit eru meiri saman við hvøjrum øðrum enn vanligt. Hús, handlar, stovnar, býir og bygdir eru prýdd við ymsklittum perum og øðrum jólaprýði.
Í dag er óhugsandi at halda jól uttan eitt jólatræ. Men tað eru ikki so mong ár síðani at jólatræ ikki var ein partur av føroysku jólunum. Hetta er ein siður vit hava tikið til okkum úr útlandinum. Ein hugnaligur siður.
Um jóltíðir, reika tankarnir kanska til tað vakra í ævintýrheiminum, sum H.C. Andersen so væl dugdi at seta orð á, bæði í ævintýrum og yrkingum.
Hugsi hinvegin at fortelja vøkru søguna „Einglarnir um jólatræið“, sum er ein søga til børnini, og ein góður boðskapur til okkum vaksnu, at njóta dagin, at liva í nú‘inum og vera takksom.
Tríggir einglar vórðu sendir avstað, at finna træið ið skuldi kjósast til jólatræ. Trúareingilin, vónareingilin og kærleikans eingil. Teir flugu út yvir landið móti einum stórum skógi. Á vegnum tosaðu teir saman um, hvat træ teir skuldu velja.
Trúareingilin segði: ”Tað træ, eg vil hava, skal hava kross-merki. Tað skal vera beint, og toppurin á tí skal peika beint móti himli."
Vónareingilin segði: "Eg vil hava eitt træ, ið hevur tann lit, mær dámar best. Tað skal ongantíð følna, men vera grønt bæði vetur og summar, altíð vera grønt."
Kærleikans eingil, sum altíð er so vænur og blíður, segði síðani: "Tað træ mær dámar, skal vera ett træ, ið kann líva, og sum kann breiða sínar greinar út, so allir smáfuglar kunnu finna lívd undir teimum."
Hvat træ var hetta so? Jú, tað var vakra granntræið, sum ber krossmerkið á øllum greinum, sum er grønt alt árið og sum veitir himmalsins fuglum lívd.
Tá ið einglarnir høvdu funnið hetta træið, vildu teir eisini geva jólatrænum hvør sína gávu. Trúareingilin gav tey skínandi ljósini, ið skulu minna um hann, sum er heimsins ljós. Vónareingilin setti ta gyltu stjørnuna á trætoppin, og kærleikans eingil fylti træið við gávum frá fótinum til toppin.
Við hesi vøkru søgu, fari eg at ynskja tykkum øllum eini góð og hugnalig jól og eitt eydnuberandi nýggjár, við ynskjum um blíðan byrð fyri bygdina Ánir, Klaksvík og kommununa alla.
Eg ynski at takka fyri at hetta hald gjørdist møguligt, og verður hetta vónandi ein hugnaligur siður í framtíðini.
Eisini vil eg takka Klaksvíkar Hornorkestri, sum hava havt úr at gera hesa vikuna, fyri teirra vakra spæl og at tey altíð eru tilreiðar at seta tíð av og so sanniliga seta dám á! Somuleiðis takk til tykkum øll, sum møttu so fjølment.
Gunvá við Kledu, býráðslimur