Jólini eru eisini góð í Japan

Birita Timothy heldur jól har norðuri í Japan

Birita Timothy er av Strondum. Hon er gift John úr Norðurírlandi, og tey eiga tveir synir. Tey virka sum trúboðarar hjá felagsskapinum OM í lítla býnum Hirosaki, sum liggur har norðuri í Japan.

 

 

 

Hvussu fara tit at halda jól í ár?

 

– Vit fara, eins og undafarnu árini, at halda jól her í Japan. Jólaaftan fara vit at hátíðarhalda saman við okkara kirkju; syngja nakrar jólasangir, tendra ljós og hugna okkum. Jóladag fara fólk til arbeiðis, so tá plaga vit sum familja at eta ein góðan døgurða, opna gávur og práta við familjurnar hjá okkum har heima.

 

 

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

 

– Jólini hava altíð havt ein serligan týdning fyri meg. Fyrst og fremst tað, at vit hátíðarhalda Jesu føðing, men eisini er tað so gott at njóta tíð saman við vinum og kenningum.

 

 

 

Hvat er serliga gott við jólum?

 

– Mær hevur altíð dámt jólatíðina sera væl, jólapynt, jólatónleik, karamellur og tíð saman við sínum kæru. Men nú eg havi búð í Japan í nøkur ár og ikki havi havt eini so »vanlig« jól, so kann eg staðfesta, at jólini enn eru líka góð, so tað má vera jólaboðskapurin, sum er tað mest serliga.

 

 

 

Hvat kundi verið øðrvísi við jólum?

 

– Minni res. Meir fokus á, at jólini kunnu vera fylt av vón og friði, eisini tá ein ikki hevur tey »perfektu« jólini.

 

 

 

Hvussu er at halda jól í Japan samanborið við í Føroyum?

 

– At síggja til eru summi ting líka, so sum jólapynt og jólasangir í handlum og annað. Men her í Japan eru jólini ikki ein høgtíð, har fólk hava frí, so um jóladagarnir fella mitt í viku, fara børn sum vanligt í skúla og tey vaksnu til arbeiðis. Mær vitandi verður jólaaftan ikki hildin, uttan so at man er trúgvandi. Tey, sum eru trúgvandi, fara í kirkju aftaná arbeiðstíð jólaaftan. Jóladag fáa børnini eina gávu frá foreldrunum, og ofta eta familjurnar mat frá ketuni Kentucky Fried Chicken (KFC) til nátturða. Annars verður ikki so nógv gjørt burturúr. Ongin dunna og ongin rísalamande, japanarar vilja ikki hoyra um søtt rís.