Hvar og hvussu verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin sum vanligt saman við familjuni, men tað er ikki avgjørt enn, um tey verða hildin í Vági ella í Sandoynni.
Tað sigur Bjarni Johansen, sum nú hevur verið borgarstjóri í Vágs kommunu tað mesta av einum ári.
Verða jólini sum borgarstjóri øðrvísi enn annars?
- Nei, tað verða ikki eini øðrvísi jól, tó at eg nú eri borgarstjóri.
Hvussu hevur tú trivist í starvinum sum borgarstjóri?
- Eg trívist væl. Fólkini, eg samstarvi við, eru sera dugnalig, og býráðið fær ymiskt á skaftið.
Keypir tú jólagávur?
- Ja, eg keypi onkrar jólagávur, men onkur jól hevur tað bara verið hin eina, sigur Bjarni Johansen brosandi.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava týdning fyri, at familjur kunnu verða saman. Hetta er ein hugnalig tíð, har nógv verður gjørt burtur úr at pynta, og hetta gevur ein serligan stemning, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen.