Jón Brekku stjóri í BankNordik í Grønlandi

Hann loysir av Bjartur Nolsøe, sum seinastu trý árini hevur vertið stjóri

Eftir at hava starvast sum stjóri í BankNordik í Grønlandi í trý ár fer Bjartur Nolsøe úr starvinum komandi vár. Jón Brekku, sum í løtuni starvast sum vinnukundaráðgevi í BankNordik í Føroyum, verður nýggjur stjóri á deildini í Grønlandi.

 

– Bjartur Nolsøe hevur staðið á odda fyri jaligu gongdini hjá BankNordik í Grønlandi seinastu árini, og vit kunnu í dag fegnast um munandi framgongd og ein vaksandi kundaskara, sigur John Rajani, stjóri í BankNordik.

 

Tá Bjartur Nolsøe fer úr starvinum í Grønlandi, byrjar hann í nýggjum starvi á Vinnulívsdeildini í Havn. Jón Brekku loysir Bjart Nolsøe av í stjórastarvinum komandi vár og fer at halda fram við arbeiðinum at menna virksemi bankans í Grønlandi.

 

Jón Brekku er 37 ár og starvast í løtuni sum vinnukundaráðgevi í Havn. Jón er útbúgvin í BankNordik og hevur eisini tikið Akademiútbúgvingina. Harafturat tekur hann skjótt prógv í HD innan roknskap og búskaparstýring. Jón hevur verið í starvi í bankanum síðani 2002.

 

Hann hevur drúgvar royndir sum privatkundaráðgevi og íløguráðgevi, og seinastu fýra árini hevur hann virkað sum ráðgevi hjá fleiri stórum føroyskum fyritøkum.

 

BankNordik hevur rikið bankavirksemi í Grønlandi síðani 2010 og er sjálvur annar banki í Grønlandi. BankNordik hevur eina deild og 20 starvsfólk í Nuuk.