Argja Bóltfelag hevur í dag kunngjørt, at Jón Krosslá Poulsen verður hjálparvenjari hjá AB og Sámal Eriki Hentze. Hann hevur verið ein sjónligur partur av bæði venjingini og venjingardystunum seinastu vikurnar.
AB hevur í løtuni 16 útlendskar spælarar til royndarvenjing. Ein av teimum, Michael Smith, hevur gjørt sáttmála við felagið. Væntandi verður sáttmáli gjørdur við fýra ella fimm spælarar útifrá.
AB skrivar:
Tey, sum hava fylgt við í fyrstu venjingardystunum í ár, hava óivað lagt til merkis, at ikki bara er nýggjur høvuðsvenjari settur, men eisini er komin nýggjur hjálparvenjari til okkara Betrideildarlið. Talan er um 33 ára gamla Jón Krosslá Poulsen, ið verður undir liðini á Sámali Erik Hentze í 2022.
Sum leikari var Jón kendur sum ein sterkur áleypari við einum hørðum skoti. Hann hevur spælt heili 227 dystir í bestu mansdeildini og skorað 48 mál. Hetta er sostatt ein maður við nógvum royndum í føroyskum fótbólti.
Vágbingurin var á fyrsta sinni í AB í 2020, har hann spældi fimm dystir við besta mansliðnum í fyrru kappingarhálvu. Seinni hetta kappingarárið tók hann við sum høvuðsvenjari hjá okkara U21-liði, og hetta gekk sera væl í hond, tí U21-liðið gjørdi ikki mætari enn at vinna steykappingina hetta árið.
Á myndini er Jón Krosslá Poulsen avmyndaður saman við ítróttarstjóra okkara, Jonas Dal Andersen.